Nógv at minnast til

Tað er rættiliga nógv at hava í huganum, tá ein hevur høvuðsábyrgdina av einum tiltaki sum Vestnorden Travel Mart. Semja var um á stevnuni í ár, at fyrireikingin hesaferð hevði verið av tí allarbesta

Hon varð biðin um at taka sær av samskipanini av Vestnorden Travel Mart. Hon fekk eitt gott hálvt ár til uppgávuna, og tað greiddi Birna Jacobsen til fulnar, eru ferðavinnufólk á Vestnorden Travel Mart samd um.
Tað er ikki smávegis at fara undir eina slíka fyrireiking, greiðir Birna Jacobsen frá. Og leggur í sama andadrátti afturat, at uttan rættiliga góða hjálp og stuðul frá teimum, sum dagliga arbeiða á Ferðaráð Føroya, hevði úrslitið heldur ikki verðið, sum tað varð.
Sjálv arbeiðir Birna Jacobsen dagliga hjá Atlantsflogi, men varð í vár flutt á Ferðaráðið at taka sær av Vestnorden Travel Mart, sum skuldi verða í Føroyum nú í heyst.
Nú Vestnorden Travel Mart er av, fer Birna Jacobsen aftur í gamla starv sítt hjá Atlantsflogi, hóast Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráði Føroya, sigur, at hann væl kundi hugsað sær, at hon helt fram á Ferðaráðnum.

Byggir á tað undanfarna
Nú hevur Vestnorden Travel Mart verið hildið í áravís, so eyðvitað er, at ymsar royndir eru, ein fyrireikari kann fáa nyttu burturúr. Og soleiðis er eisini her, sigur Birna Jacobsen.
Tað fyrsta, sum er at gera, greiðir hon frá, er at fáa samband við tey, sum skipaðu fyri teirri seinastu stevnuni av hesum slagnum. Tað vóru íslendingar, sum hildu stevnuna á Akureyri í fjør.
Høvuðsfyrireikarin haðani kom til Føroya, fyrsta sum fyrireikingarnar til stevnuna í ár vóru byrjaðar, við øllum databasum og upplýsingum annars, sum hoyra til Vestnorden Travel Mart.
Hetta verður alt flutt ímillum fyrireikararnar, eins og olympiska flaggið verður latið tí, sum skal vera vertur næstu ferð.
Í hesum goymslum eru adressur og upplýsinar av øllum handa slag, sum hava við ferðavinnuna at gera. Og tað legst bara til ár um ár, sum rímiligt er.
Í einar fimm dagar var íslendski fyrireikarin í Føroyum og setti føroyingarnar inn í viðurskiftini.

So í gongd
So var at fara í gongd av álvara. Fyrst at senda innbjóðingar út og síðan at skráseta, hvør kom við á stevnuna. Skipa fyri tí fíggjarliga, biða um tilboð upp a flutning, bústað, mat, prenting av faldarum o.t., og alt annað millum himmal og jørð, sum hugsast skal um, tá soleiðis er.
Tað fyrsta er at senda Ferðaráðunum í londunum, sum vara av Vestnorden Travel Mart, umframt teimum stóru flutningsfeløgunum í økinum, ein lista við møguligum stevnuluttakarum. Hesi verða so útvald og fáa eina innbjóðing.
At talan er um at velja út, hvør skal bjóðast við til stevnuna, er tí, at tað skulu vera feløg og fyritøkur, sum leggja seg eftir at keypa og selja ferðir í Útnorði. Tað dugir jú ikki at hava ein framsýnara á Vestnorden Travel Mart, sum leggur seg eftir at senda ferðafólk á safari í Tanzania. Tað er greitt.
Men tað eru verri enn so øll, sum svara aftur kortini, hóast tey fáa eina innbjóðing. Einar 1.500 slíkar vórðu sendar, men luttakaratalið á stevnuni lá um tey 400, tá alt var íroknað. Bæði vertir, VIP'arar og pressa.
Tað er fyri ein stóran part ferðavinnufólk úr Europa, sum koma á stevnuna. Men onkur var úr Australia, og fleiri vóru úr USA, enn sæð hevur verið undanfarin ár.
Tað kundi verið líkt til, heldur Birna Jacobsen, at amerikanarar meta okkara øki sum trygt øki at ferðast í.
Tað fíggjarliga er ikki bara nakað, ein fyrireikari soleiðis av sínum eintingum setir í verk.
Fyrst verður ein fíggjarætlan gjørd, sum síðan skal leggjast fyri hægstu leiðslu WTB, sum er ovasta leiðslan hjá ferðaráðunum í Útnorði, Westnorden Travel Board, har Heri Niclasen í seinastuni hevur verið formaður. Tá hetta er gjørt, er av álvara klárt at fara undir verkætlanina Vestnorden Travel Mart.
Øll kunning og alt samskifti annars hevur gingið um heimasíðuna hjá Vestnorden Travel Mart - www.vestnorden2003.fo. Har hava allir upplýsingar verið lagdir út, eins og tilmelding eisini er farin fram har.
Tað eru í stóran mun gamlir kenningar, sum ganga aftur, váttar Birna Jacobsen. Tó koma av og á nýggj fólk og fyritøkur við. Hesaferð var tað serliga hugaligt at kunna bjóða hetlendingum vælkomnum á stevnuna. Teir vóru við sum eygleiðarar við egnum bási og fara so at gera av, um hetta er nakað, teir kanska fara at gera fast í framtíðini.

Umstøðurnar
Umstøðurnar at halda slíka messu eru hampiligar í Havn. Ítróttarhøllin er ein brúkiligur karmur um slíka messu, men gistingarpláss mangla í stóran mun. Tað er eingin ivi um, staðfestir Birna Jacobsen.
Tey hava valt at lata allar stevnuluttakararnar búgva í Havn fyri at vera so nær sjálvum stevnuøkinum sum gjørligt. Men tað var bara møguligt, tí Smyril Line tók Norrønu úr sigling í tríggjar dagar og legði hana í Havn sum hotelskip, meðan Vestnorden Travel Mart varð hildin. Umborð á Norrønu búðu umleið hálvttriðjahundrað fólk hesar dagarnar.
Hinir luttakaranir gistu á Hotel Hafnia, Hotel Føroyum og Hotel Tórshavn (Sjómansheiminum).
Fyrireikararnir hava so heldur valt at lata onnur standa fyri matgerðini. Eitt nú hevur Hotel Vágar verið við til at gera mat til okkurt av tiltøkunum á stevnuni.