- Hóast tey føroysku børnini skilja danska málið, so eru tey neyvan líka væl fyri at lesa og skriva danskt sum donsk børn. Nú havi eg ikki kannað, hvussu støðan er eitt nú í 9. flokkunum, men mínar royndir sum lærari siga mær, at nógv av danska tilfarinum er ov torført fyri okkara næmingar. Á hesum floksstigi er danskt eitt fremmandamál.
Orðini eigur Asta Wolles, MA í føroyskum, sum í grein í nýggjasta Skúlablaðnum reisir spurningin, um tað er rætt, at man í skúlum her á landi brúkar somu bøkur og tilfar á sama aldurstigi, ið nýtt verður í Danmark.
Í greinini, ið til ber at lesa ein stubba av á skulabladid.fo, vísir hon á, at tað tilfar, ið verður brúkt í føroyska fólkaskúlanum, er ætlað børnum, ið hava danskt sum móðurmál ella fyrsta mál.
Í síni gransking hevur Asta Wolles eisini varnast, at tað er trupult hjá føroyskum børnum at greiða frá serføroyskum viðurskiftum á donskum.
- Eg kann skoyta uppí, at tá ið eg kannaði báðar aldursbólkarnar, varnaðist eg, at børnini høvdu ilt við at greiða frá serføroyskum viðurskiftum á donskum, eitt nú í sambandi við at fara á fjall ella flot. Tann málsliga førleikan fært tú ikki, tá tú lærir danskt gjøgnum telduspøl ella teknifilmar, sigur Asta Wolles við skulabladid.fo.