Jólahugni
Í fleiri bygdum kring landið var siður at dansa um jólatræið jólaaftan, og meðan børn og vaksin hugnaðu sær saman í skúlanum, samkomuhúsinum ella í bygdarhúsinum, stákaðust tey, ið vóru eftir heima, við døgurðan. Tá ið liðugt var at dansa, varð farið til hús at eta, og tá ið jóladøgurðin var fingin frá hondini, vórðu gávurnar býttar út. Fyri at børnini, sum bíðaðu spent eftir gávunum, ikki skuldu keða seg ov nógv og leingi, varð jólagreyturin ofta etin eftir, at jólagávurnar vórðu pakkaður út.
Eins og alt annað, hevur tíðin eisini broytt hugnan rundan um jólini. Nú verður nógv gjørt burtur úr, tá ið jólatrøini kring um í kommununum verða tendrað - og í summum oyggjum koyra jólamenn runt við jólapakkum til børnini.
Sum tíðin er liðin, byrjar jólastákanin ? ikki minst við atliti til handilslívið - nógv fyrri í dag enn áður.
Hugni í Hvalvík
Nógv fólk var til jólahugnan í missónshúsinum í Hvalvík herfyri, tá ið jólatræið varð tendrað.
Ætlanin var at hava haldið úti, men tað viðraði so illa hendan dagin, at røða og sangur vórðu hildin innandura.
Í missiónshúsinum í Hvalvík var dekkað til eini 100 fólk, og so nógv fólk vóru til hugnaløtuna, at øll sluppu ikki til borðs í senn.
Tað var borgarstjórin í kommununi, Heðin Zachariassen, sum beyð vælkomin og Rúna Sivertsen, sum saman við familjuni nú býr í Streymnesi, helt røðuna.
Við hugnaløtuna vórðu jólasangir sungnir, og jólamenn í brandbilum komu við jólapakkum til børnini, sum bíðaðu í spenningi.
Jólamenninir tosaðu við børnini, meðan teir býttu jólapakkarnar út. Okkurt av børnunum í Hvalvíkar kommunu er nýliga flutt heim úr Kanada, og tá ið jólamaðurin spurdi gentuna, um hann ikki hevði sæð hana áður í Kanada, gjørdist hon rættiliga ovfarin!
Boðið varð til borð í missiónshúsinum, har øll, sum vóru við til løtuna, fingu okkurt drekkandi aftur við jólagreyti og góðum smákøkum.
Jólatræið hjá Hvalvíkar kommunu, sum varð tendrað við hesa løtuna, stendur við kommunuskrivstovuna í bygdini.
At gleða onnur
Í røðu síni vísti Rúna Sivertsen á, at tá ið Jesus var her niðri, var tað ikki tey ríku og mætu, hann helt seg til.
- Nei, hann var vinur við fátøk og tey, sum høvdu lítið at týða í mannaeygum. Jesus bað lærusveinarnar fylgja sær ? og hann býður okkum at fylgja sær, segði hon.
Rúna reisti spurningin, hvat liggur í tí at fylgja Jesusi:
- Er tað at fara langt burtur at boða øðrum gleðiboðskapin, er tað at vera prædikumaður ? ella er tað at vera prestur?
Hon reisti eisini spurningin, um tað at fylgja Jesusi er at geva stórar gávur, at síggjast í kirkjuni ella í samkomuni.
- Jú, tað er tað eisini, men tú og eg ? vit kunnu eisini gera okkurt fyri Jesus.
Rúna segði, at vit menniskju kunnu taka ímóti Jesusar kærleika og geva av honum til onnur.
- Sjálvt um tað ikki sær so nógv út í mannaeygum, so hevur hetta nógv at týða hjá Gudi.
Hon vísti á, at tað skal ikki so nógv til fyri at gleða eitt annað menniskja.
- Bert við einum smíli kanst tú geva nakað av tí, sum Jesus hevur givið tær.
Tað er beint við?
Men hvussu kunnu vit so í gerandisdegnum vera nakað fyri onnur? spurdi hon eisini.
- Er neyðugt at fara so langt fyri at kunna geva nakað? Nei, tað er beint her við síðuna av tær, at brúk er fyri tær ? við liðina á tær í skúlanum, á arbeiðsplássinum og heima við hús.
Rúna vísti á, at á jólatrænum eru nógv smá ljós, sum tilsamans gera træið so vakurt.
- Eitt av hesum ljósum einsamalt munar lítið, men slóknar bara hetta eina ljósið, leggur tú beinanvegin merki til tað - og træið er ikki nærtil so vakurt longur. Júst soleiðis er tað við okkum menniskjum eisini. Vit eru smá ljós, sum lítið muna einsamøll, men sum ikki kunnu umverast, tá ið samanum kemur, segði Rúna Sivertsen, sum endaði við at lesa upp tvey ørindi úr jólasálminum, "Í Betlehem í Dávidstaði".
Í røðu síni takkaði hon eisini fyri, at fólk í Hvalvíkar
kommunu hava tikið so væl ímóti teimum, nú tey eru vorðin partur av hesi kommunu.