Vikuskiftið er júst farið afturum bak, og í Havnini hava nógv full fólk verið og gjørt um seg í gøtunum. Fleiri hava verið og sovið rúsin av sær á politistøðini, og eisini nøkur eru koyrd heim.
Á Velbastað hevði ein taxabilur trupulleikar við einum fullum manni fríggjakvøldið, og eisini við Dalavegin var ein tikin oman á støðina at sova rúsin av sær. Við Sankta Frants skúla vóru tað nakrir fullir persónar, sum sótu á takinum og hildu gang, so politiið noyddist at fara á staðið at fáa tey burtur. Hetta var eisini fríggjakvøldið.
Hesa somunátt vórðu tveir eisini tiknir í Rasmusargøtu, har teir gingu og róptu og larmaðu. Teir verða ákærdir fyri brot á politiviðvøkuna.
Sama skil var uttanfyri Manhattan um fimm tíðina, og eisini var ein uttanfyri Evangeliihúsið um sekstíðina.
Í Grasagarði í miðbýnum var ein funnin um níggju tíðina leygarmorgunin, og hann var sendur oman á politistøðina at sova rúsin av sær.
Fleiri dømi kunnu eisini nevnast. Við Kaggan, við Ebenezer, við Hafnia, Shell á Frælsinum, við Føroya Banka í miðbýnum og so framvegis. Allastaðni eru tað ávirkað fólk, sum hava gjørt um seg. Tey eru antin koyrd heim ella á politistøðina at sova rúsin av sær.
So politiið í Havn hevur havt úr at gera við fullum fólkum, og verður sagt, at hetta er ikki nakað óvanligt.