Nógv heldur ein býráðslim !

Eg síggi, at fleiri valevnir skjóta upp, at Norðoyri fær eina staðbundna nevnd eins og Árnafjørður.

Absalon Matras

valevni Sambandsfloksins



Eg eri eitt sindur ivasamur, um tað er rætt við fleiri staðbundnum nevndum í einum so konsentreraðum øki sum Klaksvíkar kommunu. Fyri mær sær tað út sum, at býráðið roynir at sleppa sær undan ábyrgd við at lata part av kommununi velja staðbundna nevnd. Men eg vóni tó, at árnfirðingar fáa nyttu av nevndini ið nú skal veljast.

Tað er skylda hjá býráðslimum okkara at fylgja við hvat hendir í útjaðaranum í kommununi. Tey sum búgva í Árnafirði og á Norðoyri hava sama rætt til góðar vegir, spælipláss o.a. sum restin av kommununi. Tað er ábyrgdin hjá býráðnum at tryggja at so verður.

Eg veit, at fólk á Norðoyri gera býráðið vart við viðurskifti sum ikki eru nøktandi. Eg yvist ikki í, at árnfirðingar gera tað sama. Men tað vísir seg ofta at vera trupult at fáa nakað gjørt.

Ein staðbundin nevnd hevur ikki avgerðarrætt. Tí er tað avmarkað, hvat ein slík nevnd kann fáa av skafti.

Sum búgvandi á Norðoyri og sum valevni til býráðið fari eg hervið at heita á tykkum - veljararnar á Norðoyri - um at ?satsa? uppá tykkara valevni. Ein býráðslimurin hevur nógv størri ávirkan enn ein staðbundin nevnd.

Býráðslimir eiga at arbeiða fyri trivnaði hjá øllum borgarum í komm-ununi.

Gott val!