Fyrsta umfar av 1. Deild hjá monnum varð bríkslað í gongd um vikuskiftið, og fleiri heilt trivaligir sigrar komu fyri. Millum annað AB og Nýggja liðið 07 Vestur vístu styrki, tá teir, í báðum førum á heimavølli, tóku móti ávíkavist EB/Streymi og KÍ.
Bert fýra kunnu flyta upp
Áðrenn kappingarbyrjan var greitt, at bert fýra lið hava møguleika at flyta upp í bestu deildina. Hetta kemst millum annað av, at GÍ og LÍF hava lagt saman í felagið Víkingur, og at deildin annars er mannað við liðum, ið hava teirra besta lið í Formula deildini, og teirra næstbestu í 1. Deild. Tískil kunnu hesi ikki flyta upp, sjálvt um tað skuldi hent seg, at eitt av teimum skuldi endað so mikið frammarliga.
Liðini, ið hava møguleika at flyta upp eru:
AB
07 Vestur
TB
VB/Sumba
Á Argjum ætla teir sær upp aftur í bestu deildina, og tað ongantíð ov skjótt. Hetta vístu teir so eisini í ríkiligt mát í dag, tá teir bangaðu Sundalagsmenn norð aftur, við heili 7-0. Stóra hetjan hjá argjamonnum um vikuskiftið var Tróndur Sigurðson, ið við heili fýra málum var høvuðsmunurin á liðunum báðum. Málini hjá AB skutu Allan Mørkøre tvey, Edvard Blé, umframt tey fýra hjá Tróndi. Eitt rimmar úrslit hjá argjamonnum, ið longu nú vísa styrki.
07 Vestur, ið er nýggja felagið í Vágum vann eisini stórsigur í dag. Teir høvdu vitjan av KÍ, og úrslitið gjørdist heili 6-2, eftir hálvleiksstøðuna 2-1. 07 Vestur hevði, hóast lemjandi stórsigur, ikki tað vakrasta spælið, og úr Vágum hoyrist, at liðið ikki veruliga kom í gongd fyrr enn í øðrum hálvleiki. Tískil komu gestirnar eisini á odda, men tá fyrrverandi landsliðsleikarin Jens Erik Rasmussen javnaði, og so Silva Braga legði heimaliðið á odda, var bert ein vegur. Ein veldug byrjan hjá heimaliðnum, og eitt ávaringarskot er sent til hini feløgini í deildini.
Eitt annað nýtt lið, Víkingur spældi eisini sín fyrsta landskappingardyst í dag, og á heimavølli eydnaðist teimum at fáa 1-1 javnleik móti einum ungum og evnaríkum HB-liði. Víkingur er eisini eitt rættuliga ungt lið, umframt at navnið er nýtt. Hesir ungu garpar kundu eisini havt vunnið dystin móti endanum, men væntandi neyvleiki í avgerandi løtuni, forðaði teimum sigurin. Men ein javnleikur móti einum rímuliga sterkum HB-liði, eigur ikki at vera undirmettur, tá hugsað verður um at hetta er fyrsti veruligi dysturin, Víkingar spæla saman. Nýggja felagið úr Gøtu/Leirvík er eitt spennandi eitt av slagnum, og stigini skulu nokk skjótt fara at koma í skjáttuna.
Á Tvøroyri tók aldursforsetin í føroyskum fótbólti, TB móti B68, og har var talan um tryggan 3-0 sigur til heimaliðið. Málini í dag skutu Jóhan Eivind Mouritsen, Óli Johannesen og Dan Mortensen. Av Tvøroyri verður fortalt, at TB hevði kontrol yvir dystinum, og at teir væl høvdu kunnað skorað nøkur mál afturat, hevði neyðugi neyvleikin verið til staðar. Í løtum spældi heimaliðið kanska ov skjótt fyri teirra egna besta.
Ein dystur varð spældur sunnudagin, og var tað dysturin í Vági, har VB/Sumba tóku móti NSÍ. Úrslitið av dystinum gjørdist ein tepur 4-3 sigur til heimaliðið, ið var aftanfyri 2-1 í hálvleikinum. Heili tvey brotsspaøk fullu í dystinum, og fingu liðini eitt hvør. VB/Sumba hevði fingið ein gamlan kenning aftur í álopið, og var Birgir Jørgensen teimum ein góður maður, móti runavíkingum. Hann endaði dystin við tveimum málum, og tað má bara staðfestast, at vágamaðurin í VB/Sumba er ein av bestu avsluttarunum í landinum. Hann er ísakaldur frammanfyri málinum, og júst tí hevur hann eisini verið so langt frammi á toppskjúttaralistanum, seinastu mongu árini.
Deiligt at síggja at fótbólturin er komin í gongd aftur, og spennandi verður at fylgja kappingini um uppflyting, sum longu nú er hørð.