Nógv rúsevni og innbrot

Juli mánaður gjørdist tann strævnasti hjá rúsevnadeildini hjá íslendsku løgregluni samanborið við hinar mánaðirnar í ár

Løgreglan fekk ikki færri enn 163 mál um rúsevni í síðsta mánaði. Tað er tó ikki vist, at tað stóra talið sigur nakað um veksandi nýtslu, tí sambært løgregluni er eftirlitið hert munandi, og tað er helst høvuðsorsøkin til tað stóra talið í juli. Tað var nú ikki bara rúsevnið, sum gav løgregluni nógv at hugsa um í juli, tí hendan mánaðin vóru ikki færri enn 262 innbrot.