Tað er ikki sørt, at støðan er eitt sindur ólík henni, sum roknað varð við, tá VB vitjar á Eiði hósdagin.
Fáur hevði roknað við, at VB skuldi tapa fyrsta dystin á árinum, nú TB var mótstøðuliðið, og tapið her hevur viðført, at vágbingar veruliga eru undir trýsti, hóast tað enn eru 17 dystir eftir á árinum.
Hinvegin fekk EB/Streymur fulla úrtøku, tá teir høvdu vitjan av Skála. Mong høvdu annars spátt, at EB/Streymur fór at fáa tað sera trupult í ár, og tað kann sjálvandi ikki útilokast, men hinvegin hava teir nú møguleikin at leggja væl av luft millum seg og botnsessirnar.
Allir tøkir
So lítið er at ivast í, at báðir partar vilja hava stigini, tá farið verður á vøllin, og sum heild kann eisini sigast, at tað stendur so hampuligt til við fólkinum hjá liðunum báðum.
Á heimaliðnum eru allir mans tøkir. Enn hava skaðar ikki gjørt um seg, og leikbann eru heldur ikki í eygsjón, so Trygvi Mortensen hevur ein positivan trupulleika, tá hann skal seta liðið.
Hjá VB er støðan ikki heilt so góð, sum hjá vertunum. Týskvøldið var framvegis ivasamt, hvørt tað skuldi eydnast at fáa Jón Paula Olsen og Magna Jacobsen við, meðan tað lág mest sum fast, at Marek Wierzbicki í hvussu so er ikki var tøkur.
Tórður Holm og Birgir Jørgensen spældu báðir við aðru deild um vikuskiftið, men ivaleyst verða teir báðir í øllum førum við hesaferð, og so kann bara tíðin vísa, hvørt hetta er nóg mikið til at toga VB uppfrá, ella um EB/Streymur veruliga skal fáa eina dreymabyrjan upp á árið við fullari úrtøku eftir tveimum teimum fyrstu umførunum.