Nógv vetraræl komandi dagarnar

Eitt brúgvalag fer yvir Føroyum í dag av vestri og síðani fylgir ein kaldur streymur og ælaveður av vestri. Fríggjadagin fer eitt lítið lágtrýst, á veg í ein landnyrðing, skjótt framvið beint eystan fyri Føroyar og leygardagin kemur enn eitt brúgvalag framvið av vestri.

 

Veðrið í dag

Fyrrpartin andøvsgul upp í ein strúk í vindi av suðri, 7 til 12 m/s, seinnapartin øtlar hann vindin av suðri og útsynningi í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Skýggjað og kavi ella vátaslettingur, sum seinni fer yvir í regn. Hitin millum 4 og 7 stig. Út á dagin hækkar hann í vestan og makar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s, um náttina av útsynningi. Tað klárar í, tó okkurt æl, og hitin millum 1 og 4 stig.

 

Hósdagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður, lutvíst vátaslettingur ella kavi, og hitin millum 2 og 5 stig. Um kvøldið og náttina makar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s. Mest skýggjað og kavaæl, møguliga vátaslettingur ella regn. Hitin millum 2 kuldastig og 3 hitastig.

 

Fríggjadagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 7 til 12 m/s, samdrigið og kavaæl, vátaslettingur ella regn. Hitin um dagin millum 1 og 4 stig. Um náttina lækkar hann í sunnan og landsynning og øtlar í strúk í vindi upp í skrið, 12 til 18 m/s. Skýggjað og út á náttina avfall, fyrst sum vátaslettingur ella kavi. Hitin millum 2 og 5 stig.

 

Leygardagin

Strúkur í vindi upp í skrið av landsynningi, 12 til 18 m/s, við hørðum hvirlum, og regn. Hitin millum 3 og 7 stig. Út á dagin snarar hann í útsynning og makar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, um náttina makar hann vindin av vestri og útsynningi. Samdrigið og ælaveður, um náttina lutvíst við vátaslettingi ella kava og hitin millum frostmarkið og 3 hitastig.

 

Sunnudagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 7 til 12 m/s, sum frá líður øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Samdrigið og vetraræl og hitin millum frostmarkið og 3 hitastig.

 

Mánadagin

Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 7 til 12 m/s. Samdrigið og vetraræl og hitin millum 2 kuldastig og 3 hitastig.