Í nátt hevur løgreglan verið eina rundferð og hevur klipt nummarplátur av bilum. Tá ið løgreglan tekur nummarpláturnar av bilum, er tað tí at bilførarin ikki hevur goldið trygging, vegskatt, ella sýn.
Nú ein dagin fekk løgreglan so ein lista frá Akstovuni við eigaranum á 558 bilum, har eigararnir ikki hava goldið vegskatt fyri seinna hálvár í ár. Og í nátt var løgreglan so á ferð og hevur tikið nummarpláturnar av fleiri bilum, sigur løgreglan. Sostatt eru tað nógvir bilførarar, sum ikki eru slopnir avstað við bilinum í morgun.
Fyri at sleppa undan at missa pláturnar, skal bilførarin kunna vísa kvittan fyri, at vegskatturin er goldin.