Nógvir nýggj niðursetufólk

Ein kanning í Ísrael vísir, at talið á jødiskum niðursetufólkum á Vestara Áarbakka er vaksið nógv skjótari enn fólkatalið í Ísrael annars tey seinnu árini.

Sambært kanningini er fólkatalið í Ísrael vaksið 32 prosent síðani 1993, men í sama tíðarskeiði er jødiska fólkatalið á Vestara Áarbakka vaksið heili 144 prosent, skrivar Jerusalem Post, sum hevur gjørt kanningina. Blaðið skrivar, at seinastu trý árini er fólkatalið í Ísrael vaksið 6,8 prosent, men á Vestara Áarbakka eru jødisku niðursetufólkini vorðin 20 prosent fleiri í tali hesi trý árini. Seinasta ársskifti búðu 213.000 ísraelsmenn á Vestara Áarbakka, og tað svarar til 3,2 prosent av almenna ísraelska fólkatalinum.

Altjóða samfelagið hevur fleiri ferðir fordømt ísraelsku avgerðina at lata jødar seta búgv á Vestara Áarbakka, sum sambært Oslo-sáttmálanum frá 1993 er palestinskt øki. Sambært altjóða samfelagnum eru júst niðursetubygdirnar ein tann størsta forðingin fyri varandi friði millum ísraelsmenn og palestinar.