Tað var landsstýriskvinnan við fíggjarmálum, sum skuldi svara spurninginum frá sambandstingmanninum.
Í 2015 vóru 20 prosent av pengunum hjá almenna KT fer til útlendingar og Kristina Háfoss svaraði Edmundi Joensen, at væntandi verða tað eisini á leið 20 prosent av 20 miljónum fara at verða brúktar til útlendskar serfrøðingar.
Í 2015 var talan um fýra milljónir krónur tilsamans.
Edmund Joensen var ikki nøgdur við svarið og segði, at stórur partur av peninginum verður avreiddur til eina finska fyritøku.
-Føroyskir førleikar eru ikki nóg góðir nú so arbeiðið verður avreitt til eina finska fyritøku, segði hann.
Landsstýriskvinnan segði, at hon hevur ikki givið skeivar upplýsingar. Tað sum finska fyritøkan tekur sær av er at gera talgilda undirskrivt til føroyingar. Landsstýriskvinnan segði, at tað í heiminumbert eru heilt fáar fyritøkur, sum hava førleika at menna júst talgildar undirskrivtir.