Fríggjadagin hevur MTV stuðulssending har pengarnir fara til hjálpararbeiði á Haiti. Næsta leygardag ger DR1 tað sama og er tú staddur í Keypmannahavn, hevur tú ríkan møguleika at fara til stuðulskonsertir.
Tónleikaheimasíðan gaffa.dk hevur gjørt eitt yvirlit yvir, hvørji tónleikatiltøk Haiti til frama, eru í danska høvuðsstaðnum um dagarnar.
Eitt nú verður ein stór konsert í Den Grå Hal í Christiania leygardagin, har The Rumour Said Fire, Lulu Rouge, Mikael Simpson og Trentemøller spæla. Fleiri bólkar og einstaklingar vera aftrat hesum, men tað er ikki endaliga váttað, hvørji hesi eru.
Allir bólkarnir spæla ókeypis og alt yvirskotið frá tiltakinum fer til neyðhjálpararbeiði á Haiti.
Fríggjamorgunin hevur MTV eina stór stuðulssending, sum verður send á øllum teirra rásum. »Hope For Haiti Now« rópast tiltakið, sum George Clooney stendur á odda fyri.
Til hesa konsert luttaka eitt nú Bono, Alicia Keyes, Justin Timberlake, Kid Rock, Stevie Wonder og Sting og sent verður beinleiðis frá New York, Los Angeles og Haiti.
Konsertin verður send beinleiðis fríggjamorgunin 22. januar klokkan 01.00 føroyska tíð, tað vil siga ein tíma eftir midnátt hóskvøldið.
Eisini DR1 fer at hava sína stuðulssending. Henda verður 30. januar og tá fara nøvn sum Kashmir, Anne Linnet, Thomas Helmig, Nahiba og Susan Boyle at gera sítt til, at Haiti fær pengar til reisa seg eftir jarðskjálvtan.
Útvarpsrásin P3 fór í dag undir at hita upp til stóru stuðulssendingina á DR1, og í hesum sambandi hava tey fingið Magtens Korridorer at spæla beinleiðis frá Højbro Plads inni í býnum.