Bæði mikudagin og hósdagin vórðu heilt fittar nøgdir av fiski seldar á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaði Føroya. Í gjár seldi marknaðurin tilsamans 243,6 tons fyri góðar 3,2 miljónir krónur, og mikudagin seldi marknaðurin tilsamans 215 tons fyri góðar 3,3 miljónir krónur.
Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt var í gjár 13,27 - og mikudagin var hann 15,59 krónur fyri kilo.
Soleiðis vóru samanløgdu miðalprísirnir betri mikudagin enn í gjár.
Orsøkin er í fyrsta lagi, at væl meiri av havtasku var á marknaðinum mikudagin.
Annars býttu nøgdirnar av ymisku fiskasløgunum seg soleiðis, sum vanligt hevur verið nú í longri tíð.
Báðar umrøddu søludagarnar vóru nøgdirnar av toski 3 og 4 nógv tær størstu, og miðalprísirnir fyri hendan fiskin lógu fyri tosk 3 millum 14,79 og 16,64 og fyri tosk 4 millum 10,63 og 12,07 krónur fyri kilo.
Í gjár lá miðalprísurin á hýsu 2 og hýsu 3 um slakar 10 krónur fyri kilo - og mikudagin komu miðalprísirnir á hýsu 2 upp í 11,97 krónur fyri kilo.
Bæði mikudagin og hósdagin vóru hampiligar nøgdir av longu og brosmu á marknaðinum, og serliga mikudagin var eisini heilt fitt av kongafiski.
Tað er serliga havtaska, sum kann lyfta undir miðalprísin ein vanligan søludag, og mikudagin vóru sløk 30 tons av havtasku á marknaðinum.
Framvegis er toskur størsta søluvøra á Fiskamarknaði Føroya, og mikudagin var talan um eini 100 tons og í gjár ikki færri enn 125 tons.