FÓTBÓLTUR
Farna vikuskiftið átti Liverpool oddasessin í bestu ensku fótbóltsdeildini einsamalt. Í dag verður hesin býttur við Chelsea, sum hevur munandi betri málúrtøku enn Liverpool.
Orsøkin til býtið av oddasessinum, er tapið hjá Liverpool fyri Tottenham leygardagin. Tottenham fekk eina vanlukkuliga byrjan upp á kappingarárið, men nýggi venjarin, Harry Redknapp, hevur veruliga fingið gongd á hjá Liverpool.
Fyrsta dystin við Redknapp við róðrið vunnu teir 2-0 á Bolton. Farna mikudag fingu teir javnleik ímóti Arsenal og síðsta vikuskiftið hálaðu teir trý stig heim ímóti Liverpool. Harvið hevur Tottenham, sum eftir ársins fyrstu átta dystir ongan dyst hevði vunnið, og einans hevði tvey stig, nú vunnið sær sjey stig úr trimum dystum.
Liverpool fekk annars eina ynskibyrjan, tá Dirk Kuyt eftir bara trimum minuttum legði sítt lið á odda. 20 minuttir stútaði Carragher bóltin í egið net, og í yvirtíðini skoraði Pavlyuchenko til 1-2 til Tottenham. Ársins fyrsta tap til Liverpool, sum eisini merkir, at øll liðini í ársins útgávu av Premier League hava tapt.
Anelka skeyt seg og Chelsea í topp
Harvið fekk Chelsea møguleikan at yvirhála Liverpool, og henda møguleika gagnnýttu teir til fulnar. 5-0 vunnu teir á Sunderland og serliga franski áleyparin, Nicolas Anelka, var í góðum lag.
Verjuleikarin Alex byrjaði ballið á Stamford Bridge. Síðani tók Anelka yvir við tveimum málum fyri steðgin. Seks minuttir eftir steðgin gjørdi Frank Lampard eisini eitt mál, og tveir minuttir eftir tað staðfesti Anelka sigurin.
Málini frá Anelka skutu ikki einans Chelsea fremst í Premier League, men høvdu eisini við sær, at Anelka er toppskjútti í deildini saman við Amr Zaki hjá Wigan, ið eins og Anelka hevur gjørt átta mál.
United basti uppflytarum
Liðið eftir Chelsea og Liverpool æt næstseinasta leikumfar Hull. Hesir spældu ímóti Manchester United um vikuskiftið, og hóast úrslitið á 4-3 boðar frá einum jøvnum dysti, so var eingin ivi um, hvør betra liðið var. Manchester United førdi eisini 4-1, men skapti óneyðugan spenning við at loyva Hull við aftur í dystin, ið teir kortini vunnu, tá samanumkom.
Christiano Ronaldo gjørdi tvey av málunum hjá Manchester United, meðan Vidic og Carrick stóðu fyri hinum báðum. Málini hjá Hull gjørdu Cousin, Mendy og Geovanni.
Sostatt hevur Hull, eftir eina framúrskarandi byrjan, tapt tveir dystir á rað, og nú liggja uppflytararnir á sætti plássi.
Tveita seg til sigurs
Teir í Hull kunnu tó ugga seg við, at teir ikki vóru einasta oddaliðið, ið tapti um vikuskiftið. Tí á útivølli tapti Arsenal 2-1 fyri Stoke. Málini gjørdu Fuller og Olofinjana, meðan Arsenal minkaði um munin í yvirtíðini.
Merkisvert við málunum hjá Stoke var, at bæði komu eftir innkast frá Rory Delap. Sami maður hevur eisini lagt upp til sjey av teimum 13 málunum, Stoke hevur gjørt í ár. Í øllum førunum hevur Delap brúkt hendurnar, so innkøstini eru av røttum skýrd vandamesta vápnið hjá uppflytarunum.
Eisini er stuttligt at hefta seg við stigatalvuna í Premier League í løtuni, har fýra lið hava 13 stig og fýra lið hava 11 stig. Hetta sær tó øðrvísi út, tá næsta umfar av Premier League er spælt næsta vikuskiftið. Áðrenn ta tíð skulu Newcastle og Aston Villa spæla, og tað verður í kvøld.