Nú hevur eitt annað lið eisini vunnið

SÍ er framvegis suverenur sigursharri til steypafinaludagarnar í flogbólti, men Fleyr hevur eisini vunnið tvær finalur

 

Stóru steypafinaludagarnir í flogbólti hava um vikuskiftið verið hjá bæði teimum eldru og teimum yngru. Í gjár vann SÍ b finalu hjá monnum móti ÍF, og hjá kvinnunum vann Fleyr móti Drátti.

 

Hjá teimum yngru hevur SÍ verið sannførandi alt vikuskiftið. Og tað heldur fram. SÍ hevur higartil vunnið mestsum allar finalurnar í ungdómsdeildini, sum felagið hevur verið partur av. Einasta finala sum ikki er vunnin av SÍ higartil er hjá kvinnuunglingunum og hjá gentum 16, sum Fleyr hevur vunnið báðar.

 

 

Higartil sær yvirlitið yvir vinnarar soleiðis út:

G12: SÍ

G14 B: SÍ b

G14 A: SÍ a

G16: Fleyr

Kvinnuunglingar: Fleyr

D12: SÍ

D15: SÍ

D17: SÍ