”…..at tað, sum verandi samgonga í Tórshavnar Kommunu nú ger, er í ávísan mun slíkt, sum átti at verið gjørt, meðan Jan Christiansen og hansara fólk høvdu meirilutan í Tórshavnar kommunu”. Í somu grein skrivar Heðin: ”Nú noyðist Tórshavnar kommuna at brúka pening upp á slíkt, sum Jan Christiansen og hansara samgonga ikki tók hond um”.
Hvørji vóru so fólkini og samgongan hjá Jan Christiansen? Jú, varaborgarstjórin var Heðin Mortensen. Formaðurin í byggi- og býarskipanarnevndini var Heðin Mortensen og formaðurin í mentamálanevndini var Heðin Mortensen. Harafturat var sami Heðin Mortensen limur í fleiri øðrum týðandi nevndum. Men okay, tá var Heðin sambandsmaður, nú er hann javnarmaður, so tað er kanska grundin, at hann hevur mist minnið.
Løgið er, at okkara góði borgarstjóri hevur gloymt, at hann var í býráðsmeirilutanum seinasta valskeið, men enn løgnari er, at hann skal hava gloymt alt, ið undanfarna býráð gjørdi. Kanska prógvar hansara skriving, at hann bert var við í toyminum, men at hini gjørdu arbeiðið.
Barnaansingingar trupulleikin bleiv loystur
Fyri at minna Heðin Mortensen á, havt seinasta býráð fekk avrikað, skal eg her nevna nøkur mál vit gjørdu. Havast skal í huga, at undanfarna býráð eisini megnaði at gjalda meira enn 200 mió. niður í skuld, samstundis sum vit loystu stóra trupulleikan við barnaansingini. Gloymskan hjá Heðini er ræðandi, so eg skal nevna her, hvørjar ansingar stovnar vit megnaðu at fáa gjørt :
Dagstovnin á Hamarinum á Argjum
Dagstovnin við Løgmannabreyt
Dagstovnin í Øksnagerði
Dagstovnin við Landavegin
Dagstovnin við Sundsvegin
Býlingshúsið við Maritugøtu
Barnagarðin og vøggustovan við Velbastaðvegin (uppí- og umbygging)
Dagstovnin og frítíðarskúlan í Løkjatúni á Argjum
Barnagarðin millum Bóla í Kollafirði
Barnagarðsstovuna í Kollafirði (skótahúsini)
Dagstovnin í Kaldbak
Barnagarðin og bygdahúsið á Velbastað
Frítíðarskúlan “Smílibýlið” í Stoffalág
Dagstovnin Kurl@ (í samarb. Við Føroua Tele)
Seinasta samgonga gjørdi annað enn barnagarðar, og m. a. kann nevnast:
Heimið fyri minnisveik í Vallalíð
Ellisheimið við Tjarnagarð
Ítróttarhøllina í Hoyvík
Ítróttarhøllina í Kollafirði
Skateboard parkina við Frælsið
Kommunuskúlan, nýggjur bygningur
Skúlan í Kaldbak, uppíbygging
Hoyvíkar skúla, uppíbygging
Frítíðarskúlan á Argjum
Heimara skúla, uppíbygging
Endurnýtsluplássið við brennistøðina
Maskinhøllina við Brandstøðina
200 m bryggjukant í Kollafirði
Atløguplássið til Norrønu
Farstøðina
Bátahylin á Argjum
Reinsiverkið v/Sersjantvíkina
Reinsan av vestaru vág
P-økið aftan fyri Politistøðina
P-økið við J. Paturssonargøtu
Rundkoyringina við Landssjúkrahúsið
Rundkoyringina við Sundsvegin/Ringvegin
Rundkoyringina við Landavegin/Frælsið
Útstykkingina, Hoyvíkshagi Suður, (173 bústaðir)
Skarðshjalla, 9 vinnustykkir
Boðaneshamaran, 5 vinnustykkir
Óðinshædd, 5 vinnustykkir
Grótbrotið á Hjalla, 2 vinnustykkir
Brekkutún, 2 vinnustykkir
Kirkjustræti, 3 vinnustykkir
Listin av arbeiðum, ið vóru gjørd av seinasta býráðið, kundi blivið nógv longri, men lat omanfyri nevndu arbeiði verða nokk í hesum umfari. Men rætt hevur tú Heðin, alt bleiv ikki gjørt, tað vil so vera, men okkurt má verandi býráðssamgonga gera, tó striltið er at fáa eyga á tey nógvu og stóru mál, tit hava loyst. Men tit hava megnað at pumpað kommunalu rakstrarútreiðslurnar upp, og at skuldarbinda kommununa aftur.