– Vit eru nøgd við fundin í morgum.
Tað sigur Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum.
Samgongan hevur sett sær fyri at geva fyritíðarpensjónistum 1000 krónur meiri um mánaðin at liva fyri. Hetta verður gjørt við at gera grundupphæddina hjá fyritíðarpensjónistum skattafría og tað fer at kosta kommununum kring landið 25,3 milliónir krónur í mistum skattainntøkum.
Les meiri um tað her: Serliga tvey øki í landinum verða serliga hart rakt
Tað góðtaka kommunurnar ikki undir nøkrum umstøðum, og í morgun var so fundur ímillum Kommunufelagið, Aksel V. Johannesen, løgmann, Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í figgjarmálum og Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í kommunumálum.
Har varð avtalað, at samgongan fer nu at kanna, hvussu hetta kann skipast soleiðis, at kommunurnar ikki verða raktar, sigur Eyðun Christiansen. Og hann leggur aftur at nú skal kommunufelagið á fund við Fíggjarmálaráðið um, hvussu tað skal skipast.
Samgongan hevur ført fram, at ætlanin var, at hetta skuldi vera ein partur av einum pakka, har eisini nýskipanin á pensjónsøkinum skulu vera við og tilsamans skuldi skipanin vera so, at hetta ikki skuldi kosta kommununum nakað.
– Men trupulleikin er, at nú kom hetta málið um at hækka fyritíðarpensjónirnar, einsamalt og í roynd og veru veit ongin við vissu, nær uuppskotið um eina nýggja pensjónsskipan kemur, sum skal tryggja, at hetta ikki kostar kommununum nakað.
Men nú verður so kannað eftir, hvussu fyritíðarpensjónirnar kunnu hækkast, uttan at tað rakar kommunurnar og kemur uppskotið um eina nýggja pensjónsskipan, verður hetta ein partur av tí, sigur stjórin í Kommunufelagnum.