Nú hevur pípan fingið eitt heilt annað ljóð

Fyri nøkrum árum síðani var fiskivinnan hildin at vera næstan bara til fortreð. Nú verður ásannað, at hon hevur avgerandi týdning fyri, at allir kassar eru fullur

Árið í ár hevur sum heild verið friðaligt hjá fiskimannafelagnum.

Men annars fegnast formaðurin í Fiskimannafelagnum, Óli Jacobsen, um, at hugburðurin hjá vanligum fólki mótvegis fiskivinnuni er munandi broytt- til tað betra

? Fyrr var fiskivinnan hildin at verða næstan bara til fortreð og hon fekk skyldina fyri øllum landsins ólukkum. Hugburðurin ímóti fiskivinnuni var næstan fígindaligur.

? Men nú verður ásannað, at tað er fiskivinnan, sum hevur avgeandi týdning fyri gongdina í øllum samfelagnum.

Fólk ásanna, at tað er tann góða gongdin í fiskivinnuni, sum hevur ført við sær, at allir kassar í samfelagnum eru fullir, bæði kassin hjá landsstýrinum, kassin hjá bankanum og kassin hjá bakarum og frisørum.

Annars heldur Óli Jacobsen at tað er merkisvert, hvussu skjótt tað var alment viðurkent, at skattalættin, sum fiskimenn fingu fyri einum ári síðani, var púra rímiligur.

? Tá stóðst nógv søing av hesum skattalætta. Men nú verður hann ikki tikin upp á tunguna longur.

Annars heldur hann, at tíðin í politikki var ikki burturspilt, tí forðað var fyri nógvum tiltøkum ímóti fiskimonnum.

Men nú Fiskimannafelagið er uttanfyri politisku skipanina er neyðugt at vera á varðhaldi, tí væl hugsandi er, at onkur fer at royna at gera sær dælt av støðuni.