Nú hevur Ísrael fingið grønt pass

Grøna passið gevur serlig rættindi í Ísrael

Ísrael er tað landið í heiminum, sum er komið longst við at koppseta sínar borgarar ímóti covid-19. Umleið 55 prosent av borgarunum eru liðugt koppsettir ímóti covid-19 hesar tólv vikurnar, síðani koppsetingin byrjaði.

Ísrael hevur eisini sett átøk í verk, sum kunnu gera gerandisdagin meira vanligan aftur. Eitt týðandi átak er, at fólk í Ísrael kunnu fáa eitt sonevnt grønt pass sum prógv um, at tey eru koppsett, og tí kunnu liva fríari enn tey, sum ikki eru koppsett.

Tey við grønum passi – antin sum skjal í hondini ella sum app á fartelefonini – kunnu uttan avmarkingar fara til konsertir, fótbóltsdystir, í venjingarmiðstøðir, svimjihøllir, synagogur, biograf og aðrastaðni. Og tey við grønum passi fara eisini at fáa fyrimun, nú Ísrael letur matstovur, skeinkistøð og loftrúmið uppaftur.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, segði um vikuskiftið við Sosialin, at hann er ikki hugaður at gera mun á koppsettum og ikki-koppsettum fólki í Føroyum.

– Onkur altjóða krøv vera helst um vaksinupass í sambandi við flogferðir og ferðing, og tað fyrireika vit okkum til. Politiska ætlanin er ikki, at vit skulu brúka vaksinupass í Føroyum. Higartil hava vit lagt upp til, at vit ikki gera mun á fólki, alt eftir um tey eru koppsett ella ikki, og eg vóni, at vit kunnu halda fast um tað, segði løgmaður.