Nýggjastu tølini vísa, at Svøríki seinastu tvær vikurnar hevur havt lægri smittutøl enn Noreg. Hetta eru góð tíðindi fyri tey í Noregi, sum vilja sleppa um markið til Svøríkis. Smittutøl verða roknað sum covid-19 tilburðir fyri hvørjar 100.000 íbúgvar seinastu tvær vikurnar.
Og sambært uppgerð hjá VG vísa tølini, at Noreg nú hevur 23,9 nýggjar smittutilburðir og Svøríki hevur 23 fyri hvørjar 100.000 íbúgvar. Stjórin í norska Fólkaheilsustovninum, Camilla Stoltenberg, fegnast um, at smittutølini í Svøríki nú eru lægri enn í Noregi.
Camilla Stoltenberg heldur, at hetta kann lata upp fyri møguleikanum at ferðast millum Noreg og Svøríki. Nógvir norðmen hava frítíðarbústaðir í Svøríki og hava verið noyddir at farið í sóttarhald, tá teir koma aftur til Noregs.
Stjórin í Fólkaheilsustovninum sigur, at tað eru ikki bara eigarar av frítíðarbústøðum í Svøríki, sum gleða seg til at sleppa ein túr um markið til Svøríkis. Men, enn kunnu norðmenn ikki pakka kuffertið og fara, leggur hon aftrat.
- Vit vita ikki nær. Tað avhongur av, at gongdin fram eftir verður undir eftirliti. Vit síggja, at Noreg orsakað av tveimum størri smittuútbrotum eru í einari aðrari støðu, enn vit vóru. Hetta er keðiligt, og vit noyðast helst at liva við, at smittutølini verða skiftandi, sigur hon.
Spurd, um tað kann gerast aktuelt at lata upp fyri Svøríki uttan sóttarhald, sjálvt um smittutølini liggja oman fyri 20 fyri hvørjar 100.000 íbúgvar, sigur hon, at tað er ikki aktuelt við serstøkum reglum millum Noreg og Svøríki.
- Reglurnar millum Norðurlond skulu vera eins - og helst fyri alt Evropa, sigur stjórin í norska Fólkaheilsustovninum, Camilla Stoltenberg, við VG.
##med2##