Vágssluppin Johanna verður meiri og meiri kend uttanlands.
Hon hevur ferðast víða her í Norðuratlantshavi og nú hava íslendingar eisini av álvara fingið eyga á hana.
Filmur um kenda søgu
Íslendingar eru í løtuni í ferð við at gera ein film, sum eitur ?Ungfrúgvin góða og húsið?, sum er eftir kendu søguni hjá tjóðarskaldi teirra, Laxnes.
Tað er Guðny Halldórsdóttir, dóttir skaldsins, sum leikstjórnar filmin og hon hevur eisini skrivað handritið.
Hendingarnar í filminum fara fram í lítlari útróðrarbygd í Íslandi um aldarmótið.
Ein partur av filminum verður tikin upp á lítlu, oynni Flatey, sum er mitt í Breiðafjørði í ÍslandiSøgan er um tvær systrar, báðar prestadøturdøturnar í Eyvík, sum bygdin í filinum eitur. Men pápi teirra er ikki bara prestur. Hann er eisini størsti keypmaður í Eyvík, og søgan er um, hvussu hann kann tæna tveimum harrum.
Í filminum høvdu íslendingar brúk fyri einum gomlum skipi, sum skuldi vera tað skipið, sum kom úr Keypmannahavn og fór aftur til danska høvuðsstaðin.
Men íslendingar eiga onki slíkt skip.
Men so var tað, at fleiri íslendingar vistu, at føroyingar áttu eina slupp, sum nevndist Johanna og sum hevði verið brúkt í íslendskum filmi fyrr. Hon hevði eisini verið í Akureyri í summar og siglt við ferðafólki
Tey, sum standa fyri filminum, vendu sær síðani til vágbingar og væl bar til at fáa avtalu í lag um at leiga Johonnu til upptøkurnar.
? Men skuldi hon sleppa at hava upprunaliga navnið og nummarið í filminum, varð kravið, at tað var eldri enn frá 1900.
-At vit so máttu lata tað um okkum ganga, at teir settu navnabretti afturi í reyv við ?København? sum heimstaði hjá Johonnu, og vundu Dannebrog upp í mastrina, gjørdust ikki við, siga teir skemtandi.
Ferðin vestur um hav var drúgv, tí byrðurin var vánaligur.
Teir fóru úr Vági 6. oktober og vóru frammi í Flatey tann 14. oktober.
Sjálvar upptøkurnar við Johonnu vóru í døgunum 14.-17. oktober.
Átta mans vóru við Johonnu hendan túrin:
Bjarni Brattaberg var skipari, Óli Petersen og Arni Dahl vóru bestimenn, Óli Samuelsen og Allan Bjarnarson vóru í maskinuni, Niels við Gjógvará var kokkur, Johan úr Toftum og Jákup Dahl vóru dekkarar.
Sosialurin setti seks av teimum stevnu í hugnaligu Johannuhølunum í Gamla Skúla í Vági, har teir greiddu okkum frá ferðini. Teir báðir, sum ikki vóru við, vóru Allan Bjarnarson og Jákup Dahl.
Langir dagar
Teir siga, at hóast upptøkurnar við Johonnu ikki vardi meiri enn tríggjar dagar, var talan um strævnar dagar, tí tað bleiv arbeitt og tikið upp frá morgni til myrkurs, mangan upp í saman, í umaftur og umaftur.
Johanna sigldi út og inn úr Havnini og vágbingarnir, sum vóru við fingu ?kans? sum statistar, báði tá ið teir sigldu skipið, men eisini á landi, tá ið brúk var fyri fólki at fylla myndirnar.
Men teir leggja afturat, at tað gjørdi ferðina óneyðuga strævna, at teir vistu ov lítið um uppgávuna og umstøðurnar, áðrenn teir fóru og at íslendingar vistu ov lítið um skipið.
-M.a. høvdu íslendingar ikki fortalt okkum, hvussu trongt og streymhart tað var, har vit skuldu liggja.
? Og teir hildu, at Johanna var væl minni enn hon var. So tað var eitt baks at finna endar og at binda hana. Endar máttu teir fáa heilt av Stykkishólmi.
Flatey endavend
Lítla, avbyrgda oyggin, Flatey var mestsum endavend í sambandi við filmsupptøkurnar.
? Flatey er gamalt búpláss. Og tað hevur eina langa skipasøgu. Teir vóru teir fyrstu í Íslandi, sum høvdu dekksfør. Teir høvdu skip heilt afturi í 1830 og hjá teimum vardi skipaøldin heilt fram til eftir fyrra veraldarbardaga.
Havn høvdu teir ikki, so vetrarlegu høvdu teir í eini vík í lítlu grannaoynni Hafnarey, ið mest líkist einum hestaskóg. Ímillum báðar oyggjarnar er eitt smalt sund. Annars høvdu teir so jaktir at føra farm til lands og umborð.
?Fyrr var Flatey ein fiskivinnumiðdepil í Íslandi.
Har var mest nýmótans flakavirkið bygt í Íslandi seinast í fýratiárinum.
Tá ið Flatey var í vælmaktini, vóru um 200 fólk í arbeiði í oynni.
?Men síðani hevur afturgongdin verið heilt øgilig.
? Nú eru bara tveir bøndur eftir. Annar av teimum rør út eisini. Og tað er einasti útróðrarbátur, sum er eftir í Flatey.
? Men hann hevði onki fiskiloyvi, so hann er noyddur at keypa kvotu frá einum manni í Reykjavík fyri fýra krónur kilo.
?Hetta var ein skipan, sum vanligi íslendingurin yvirhøvur helt lítið um.
? Teir hildu ikki, at umsetilig fiskirættindini høvdu gagnað tí minna manninum og teir vónaðu ikki, at føroyingar vóru so ørir at fara so langt.
Men annars er Flatey lítið broytt og tað mesta bygdarlagið stendur enn, sum tað stóð í gomlum døgum.
? So ístaðin fyri at brúka 2-3 milliónir í okkara peningi uppá at byggja eina gamla útróðrarbygd upp, brúktu filmsfólkið eina bygd, sum var til taks.
? Men tað skerst ikki burtur, at filmsupptøkurnar settu sín dám á Flatey.
-M.a. vórðu yvir 20 tons av timbri flutt í oynna, og eitt skifti vóru yvir 80 fólk í Flatey í sambandi við upptøkurnar.
Beint eftir upptøkurnar, stevndi Johanna heim aftur til Føroyar.
Teir lógu tó í Ólavsvík í nakrar dagar og bíðaði eftir líkindum.
Annars verður tað nógva av filminum tikið upp í Gøteborg í Svøríki.
Filmurin verður liðugur komandi summar og hann skal frumsýnast á eini filmsstevnu í norska høvuðsstaðnum Oslo komandi ár.
Ektaður blíðskapur
Menninir, sum vóru við Johonnu í Íslandi hava bara alt gott at bera íslendingum.
- Vit fingu eina hjartaliga móttøku allastaðni har vit komu.
? Tað var ein ótrúligur og ektaður blíðskapur og varmi, sum møtti okkum allastaðni, siga teir átta menninir.
?Sovorðið sum havnagjald vildu íslendingar ikki hoyra talan um at fáa frá okkum.
? Vit sluppu heldur ikki at betala fyri streym og aðrar tænastur, vit høvdu brúk fyri.
Og kokkurin, hann hevði ikki nógv at gera.
? Vit vórðu bodnir til breiðaborð báði morgum miðdag og kvøld at kalla hvønn dag, so eg hevði tað øgiliga róligt, sigur kokkurin, Niels við Gjógvará.
Ikki minst var steðgurin í Ólavsvík eitt upplivilsi.
?Ólavsvík er vælkend í Føroyum og tað eru nógvir føroyingar, sum hava arbeitt í Ólavsvík gjøgnum árini, ikki minst í kreppuárunum seinast í fimtiárunum og fyrst í sekstiárunum.
? Fyrst í sekstiárunum búðu 480 fólk í Ólavsvík. ? Men afturat teimum vóru upp til 120 føroyingar og arbeiddu í Ólavsvík í vertíðini, so tað er skilligt, at teir hava sett sín dám á bygdarlívið.
Tað vóru eisini nógv vinabond knýtt ímillum føroyingar og íslendingar hesi árini.
Men tað, sum manningin á Johonnu halda vera heilt undrunnarvert, er, at nógv av teimum eldru í Ólavsvík enn mintust føroyingarnar, sum høvdu verið har yviri, hvussu teir itu, hvussu teir høvdu verið, og hvaðani teir vóru, og vágbingarnir, sum nú vóru har yviri, blivu dúgliga tráðspurdir um, hvat var blivið av honum, og hvat var blivið av hinum.
? Teir mintust føroyingarnir so væl, at teir mintust, eisini smáar detaljur um menninar. M.a. komu vit á tal við ein 72 ára gamlan íslending, sum mintust, at Martin í Skorti í Vági ikki brúkti vøttur, men plagdi vera berhentur í frystaríðnum.
Eisini tveir av manningini, sum vóru við Johonnu, Niels við Gjógvará og Johann úr Toftum vóru fleiri ár í Ólavsvík ta tíð tað var.
Eisini teir hittu fleiri gamlar kenningar, tó at fleiri, sum teir vóru saman við, eru farnir.
Men tað er ikki sørt, at teir vóru eitt sindur rørdir av at íslendingar høvdu goymt føroyingarnar so væl í minninum.
M.a. fortelja teir eina søgu um tá ið teir royndu at fáa eitt bjargingarbelti til tað nýístanfjørdu Garðabrúgv í Vági.
Nei, slíkt vart ikki at fáa í Ólavsvík, tað máttu teir fáa í Reykjavík, har tey kostaðu um 7.000 føroyskar krónur.
? Men so kom ein til okkara og segði, at hann átti eitt í bátinum.
Nú brúkti hann bátin so lítið, at vit skuldu fáa bjargingarbelti frá honum fyri onki.
? Og hann gav okkum bjargingarbelti við teimum orðum, at hetta skuldu vit eiga frá sær
? Tí eitt tordi hann at siga, at høvdu tað ikki verið so nógvar føroyskar hendur í Ólavsvík tað tíð, tað var, hevði Ólavsvík ikki tað, hon er í dag.
Nú búgva 1.200 fólk í Ólavsvík.
Í Ólavsvík fingu teir eisini eitt skreytblað til gávus, við einum ørindi á, sum Poul Midjord, Poul við Ósagarð, ið livdi frá 1844-1899, hevði sett saman.
Ørindi ljóðaði soleiðis:
Tú tosar um vegur,
tú tosar um vind,
tú tosar um fiskiskap, um seyð og um grind.
Hví tosar tú ikki um Jesus?
Tann, sum gav teimum skreytblaðið var Marinó Mortensen, sum er langabbasonur Poul við Ósagarð.
Menninir, sum vóru við Johonnu fortelja eisini, at ein dagin komu teir á tal við ein mann, sum var abbasonur Jógvan Hjelm, vanliga nevndur Jógvan hjá Akka, í Vági.
Hann gekk burtur við skipi, sum fór á Vágseiði í 1926. Hann hevði íslendska konu og einkjan flutti aftur til Íslands við børnunum nakað aftaná at maðurin var deyður.
? Tey høvdu hildið fast við eftirnavnið Hjelm og nú var ætlanin at skipa fyri Hjelm-ættarstevnu í Íslandi.
?Og teir vóru komnir eftir, at í Íslandi vóru ikki færri enn 300 fólk, sum høvdu eftirnavnið Hjelm, og sum øll eru eftirkomarar hjá Jógvan hjá Akka í Vági.
Fylgdu Johonnu til kei
Annað dømi um, hvussu væl Johanna og føroyingarnir við henni, vóru í Íslandi fyri teir á heimferðini.
Skip, sum sigla í íslendskum sjógvi hava skyldu at boða vaktartænastuni frá tvær ferðir um samdøgurið.
Á veg heim, meldaðu føroyingarnir til seinastu ferð, beint sum teir komu inn í føroyskan sjógv og takkaðu íslendingum fyri seg.
? Men komnir undir land í Føroyum ringdi íslendska vaktartænastan til okkara, bara fyri at vita, um alt stóð væl til. Og beint, sum vit løgdu at kei í Vági, ringdi teir aftur at tryggja sær, at vit vóru komnir væl fram.
Sóu ikki Keiko
Í Íslandi ætlaði manningin á Johonnu sær heilt avgjørt at sleppa at síggja heimsgitna bóghvítuhvalin Keiko, sum hevði høvuðsleiklutin í filmunum um hvalin Willy.
? Keiko er í einum byrging í Vestmannaoyggjum. Har hann skal vera, til hann hevur vant seg við umstøðurnar, so skal hann sleppast út aftur at liva sítt fría lív í sínum rætta umhvørvið.
? Ferja sigldi tvær ferðir um dagin fólk av meginlandinum út í Vestmannaoyggjar ókeypis at síggja hvalin. Amerikanarar betaltu.
? Men tað var slíkur gravgangur at sleppa við, at vit høvdu ongan møguleika at sleppa framat teir fáu dagarnar, tað bar okkum til at fara.
Íslendingar fortaldi teimum á Johonnu, at teir høvdu fingið 20 milliónir í okkara peningi frá amerikanarum fyri at ?hýsa? Keiko hesa tíðina.
Og nógvir teirra duldu ikki fyri, at teir hildu amerikanarar verða heilt óðar í høvdunum at offra so nógvar pengar uppá ein einstakan hval, tí teir hildu, at teir kundu verið beri farnir onkra aðrastaðni.
Aðru ferð
Hetta er aðru ferð, at Johanna er við í filmi.
Vágssluppin var eisini við í ? Her skal danses?, sum íslendingar gjørdu eftir søguni hjá William Heinesen.
Ætlanin var eisini, at hon skuldi vera við í ?Barbaru?. ? Men tað bleiv av ongum tí at kravið til at umbyggja skipið var so stórt, at tað læt seg ikki gera.
Og tað er ikki vist, at ?Ungfrúgvin góða og húsið? verður seinasti filmurin hjá Johonnu.
? Íslendingum dámdi so væl Johonnu, at teir søgdu, at fingu teir aftur brúk fyri einum gomlum skipi til ein film, skuldu teir heilt avgjørt hava hana í huganum.
Og teir lótu eisini fleiri ferðir føroyingar vita, hvussu ómetaliga harmir teir vóru um, at íslendingar ikki eisini høvdu varðveitt onkra av teimum gomlu sluppunum og tað hildu nógv um, at føroyingar høvdu gjørt tað.
? Tað setti tankarnar ígongd hjá teimum gomlu íslendingunum at síggja Johonnu.
? M.a. mintust teir skipskeksirnar, ið teir, sum óvitar gingu umborð á føroysku sluppirnar at fáa sær.
Treyðugt so, skipskeks høvdu teir á Johonnu eisini yvir við sær hesuferð, men tær keksirnar, mann fær nú, eru verri enn so so harðar, sum beinakeksirnar, teir fingu fyrr.
Men tað setti eisini tankarnar ígongd hjá føroysku sjómonnunum.
? Eg haldi, at vit fingu eina lítla hóming av, hvussu teir gomlu høvdu tað fyrr, við sluppunum- við ongum stýrihúsi, men einans einum róðurarmi á dekkinum á heystardegi undir Íslandi.
Men tað var sanniliga eisini eitt stórt upplivilsi at verða við til eina íslendska filsmupptøku.
- - - -
Heimferðin gekk væl. Tað var heilt nógv fólk á bryggjuni í Ólavsvík og segði farvæl.
Tað eru 565 fjórðingar úr keiini í Ólavsvík til kei í Vági.
Tann teinin sigldi Johanna uppá 71 tímar og tað gevur eina miðalferð uppá 8 fjórðingar um tíman.