- Nú kann eg gott doyggja ....

Henry Jarnskor, fyrrverandi formaður í StÍF, tók til ein bíbilskan setning í høllini á Skála, eftir at strandingar høvdu vunnið FM

Er tað nakar, sum hevur verið ímyndin av stríðnum fyri betri ítróttarfelag á Strondum, so er tað Henry Jarnskor. Ikki er hann føddur strandingur, men hann er ikki minni strandingur fyri tað. Heldur øvugt.

Í nógv ár var hann formaður í StÍF og hann stríddist, saman við hinum í nevndini, fyri at geva leikarunum so góðar umstøður at venja undir, sum møguligt.

Byrjað varð fyri nógvum árum síðani, tá strandingar fingu sær danskan venjara, Tonny Kjær nevndur. Hann visti, at skuldi eitt gott fyrstalið uppbyggjast, so skuldi byrjast frá botni, og tí legði hann grundina til eitt mennandi ungdómsarbeiði.

- Tað er hansara arbeiðið, sum vit í dag síggja úrslitið av, sigur Henry Jarnskor, meðan hann heldur í fartelefonini.

- Eg má fara at ringja til Tonny og siga honum úrslitið. Á, gud sum hann verður glaður, sigur Henry við einum stórum smíli um andliti.

- Hetta eru jú børnini hjá Tonny, sum Jónleif hevur tikið sær so væl av, sum nú eru blivin føroyameistarar, sigur Henry og vísir á hvussu týdningarmikið tað er, at hava eitt gott ungdómsarbeiði.

At hann er glaður - Henry - tað er einki at taka seg aftur í, tí hesum hevur hann stríðst fyri í nógv ár.

- Ja, nú kann eg gott doyggja, tí nú eru vit føroyameistarar, sigur hann og flennir so tað hoyrist.

Og skemtiligur er hann maðurin. Tá vit fara avstað, myndamaðurin, rópar Henry eftir okkum:

- Farvæl, og takk fyri hesu ferð. Vit síggjast aftur um 50 ár ...

sigur hann og flennur.

Um tað verður so leingi at bíða skulu vit ikki úttala okkum um, men vit fara at lata tað liggja eina tíð enn í hvussu er. Nú skulu strandingar í hvussu er hava loyvið til at gleðast yvir hetta meistaraheiti.