Nú fáa havnarfólk sítt apotek í miðbýnum í Havn.
Í gjárkvøldið samtykti Tórshavnar Býráð nevniliga at leiga Apotekinum góðar 62 fermetrar í gamla bygninginum hjá BankNordik í Steinatúni at hava útsølu í. Av teimum eru eini 10 fermetrar goymsla.
Leigumálið tekur við fyrsta september og í nýggju hølunum ætlar Apotekið bæði at selja heilivág, sum er hondkeypi og heilivág, sum krevur resept, varð upplýst á býráðsfundinum í gjárkvøldið.
Les eisini: Kappingaravlagandi at fáa apotek í miðbýin
Leigan er 1.000 krónur fyri fermeturin um árið og fyri handilin og 500 krónur um árið fyri goymsluna og leigumálið gongur yvir 10 ár. Tó skal apotekið bara rinda hálva leigu tað fyrsta árið, tú tað fær útreiðslur av at broyta hølini til endamálið.
Býráðið hevur havt stóran áhugað í at fáa apotekið í miðbýin, tí mett varð, at hetta kundi geva eitt ískoyti til virksemið og trivnaðin í býnum.