Danska veðurstovan DMI, sigur, at eitt hátrýst beint norðan fyri Føroyar gevur støðugt og stilt veður, men í komandi viku fer hátrýstið í ein eystan og eitt veikt brúgvalag fer fram við landinum av vestri. Síðani mennist eitt nýtt hátrýst stutt í ein landnyrðing úr Føroyum
Í dag verður lot til andøvsgul av eystri, 2 til 7 m/s, sól nógva staðni, men seinni vera løtur við samdrignum veðri. Hitin millum 10 og 15 stig. Um kvøldið turt og klárt, men mánanáttina skýggjað av eystri. Hitin millum 5 og 8 stig.
Mánadagin verður lot til andøvsgul av eystri, 2 til 7 m/s, sum makar niður í fleyr til gul, undir 5 m/s. Turt, men skýggjað og hitin millum 8 og 13 stig. Um náttina turt og sum frá líður klárt, og hitin millum 5 og 8 stig.
Týsdagin verður fleyr til gul av eystri, undir 5 m/s, sum øtlar í lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar og hitin millum 10 og 15 stig. Um náttina verður sum frá líður skýggjað og í støðum regn og hitin um 8 stig.
Mikudagin verður lot til andøvsgul av eystri og landsynningi, 2 til 7 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og í støðum regn og hitin um 10 stig. Um náttina turt, men skýggjað, og hitin um 8 stig.
Hósdagin verður lot til andøvsgul av eystri og landsynningi, 2 til 7 m/s. Turt, men skýggjað og hitin millum 7 og 12 stig.
Fríggjadagin verður lot til andøvsgul av eystri og landsynningi, 2 til 7 m/s. Turt og møguliga sólglottar, um náttina skýggjað. Hitin um dagin millum 8 og 12 stig, um náttina um 7 stig.