Við sjey atkvøðum fyri og einari blankari hevur hægstirættur í Argentina gjørt av, at tvær lógir, sum góvu heryvirmonnum og øðrum frá einaræðistíðini grið, stríða ímóti grundlógini.
Onnur lógin er frá 1986 og hin frá 1987, men tjóðartingið samtykti fyri tveimum árum síðani at seta tær úr gildi. Tað bar í sær, at fleiri heryvirmenn vórðu tiknir og dømdir fyri ymisk brotsverk í teimum árunum, tá herurin ráddi í Argentina. Kortini hava fleiri rættarmál bíðað eftir avgerðini hjá hægstarætti, men nú hon er komin, verða hesi málini tikin uppaftur, skrivar AP úr Buenos Aires.
Umleið 12.000 fólk vórðu myrd ella hvurvu í einaræðistíðini. Higartil eru umleið 3.000 heryvirmenn avhoyrdir, og roknað verður við, at umleið 400 teirra verða ákærdir fyri eitt nú burturflytingar, píning og morð.
Argentinski forsetin, Nestor Kirchner, hevur sagt, at samfelagið fer at gera upp við ta óhugnaligu fortíðina, og at øll sek verða revsað. Hann er fegin um avgerðina hjá hægstarætti. Hon vísir, at lógir, sum forða samfelagnum at rættarsøkja fólk fyri grov brotsvrk, eru ikki sambæriligar við vanliga rættaruppfatan, sama hvussu gamlar tær eru, sigur forsetin.