Nú kunnu tey ungu seta seg á listan

Í døgunum 15. til 17. februar letur Norðurlandahúsið hurðarnar upp fyri 60 ungum, sum tora, duga og vilja og tilmeldingin byrjar í dag

Tann 15. februar fer aftur ein ?Ung í Føroyum? stevna av bakkastokki í Norðurlandahúsinum.

Hetta er stevnan, har øll ung í landinum, sum hava listarlig áhugamál ella fáast við eitthvørt, ið hevur við list at gera, kunnu fara og hitta onnur við somu áhugamálum og læra nýtt av hvørjum øðrum og av kendum føroyskum og útlendskum listafólkum.

- Tað er her, at ung kunnu vísa øllum, hvat ungdómsmentan er, tá ung sjálvi seta dagsskránna, siga fyrireikararnir.

Ung í Føroyum er fyri øll ung, sum eru listarliga áhugaði, bæði til tey, sum hava nógvar royndir, til tey, sum akkurát eru byrjaði, ella til tey, sum bara hava hug at fara í gongd við nakað listarligt.

Tey kunnu royna nýggjar leiðir og mennast á sínum listaøki, men tað ber eisini til at royna okkurt annað enn tað, tey fáast við til dagligt.

Eitt dømi um hetta er, at í 2001 teknaði Eivør Pálsdóttir í seg til í sjónleiki og sendi myndir inn til listaframsýningina. Hvørja listagrein, hon vanliga fæst við, skuldi verið óneyðugt at sagt.

Á skránni er bæði listaframsýning og eins og tey verk í filmi, sjónleiki, tónleiki, dansi og øðrum, sum tey ungu hava fyrireikað frammanundan.

Tey ungu sleppa eisini at arbeiða í verksmiðjum, men tað verður eisini hugnakvøld og opin pallur.

Áðrenn stevnan