Onkra viðmerking verði eg helst noyddur at gera. Dia nevnir, at í bókum mínum Sørvágur og sørvingar nevni eg um vatnið, at “um onkur vil nevna Vatnið okkurt annað, so má tað vera teirra søk.” Og sjálvandi kunnu tey tað. Tað hvørki fái eg ella ynski eg at ráða yvir. Eg haldi bert, at fólk skulu vita søguligu bakgrundina fyri nøvnunum, ikki minst t. d. fjølmiðlarnir.
At eg havi lagt í bløðini at skriva hvørja ferð onkur hevur skrivað Leitisvatn er ikki rætt. Fyrstu ferð eg havi gjørt viðmerking til tað var 26.4. 2007. Royndi til stuttleika at leita í internet Dimmu frá 2000 til 2007, har vóru 32 greinar umframt tær 4 Andreas Poulsen og eg hava skrivað, tvær hvør.
Hatta við at um miðvingar nú skrivaðu Leitisvatn til umsitingina so fingu teir ongar pengar ljóðar mær heldur fjákut. Hví skuldu danir ella havnarmenn verið firtnir um, hvat vágamenn kalla eitt vatn í Vágum? Hatta er ein ella annar undarligur máti at mystifisera søguna upp á, sum einki hevur við veruleikan at gera.
Dia nevnir sørving sum var “landfogdens tjener” og seinni sýslumaður í Streymoy. Talan er annars um Johannes Simonsen (uml. 1685 – 1745). At ein sýslumaður skal hava havt slíkt vald á embætisvaldinum eftir sín deyð trúgvi eg nú einki upp á.
Eg segði ikki at eg einki leggi í sagnirnar hjá dr. Jakobsen, men navnið “Leitisvatn” haldi eg hann sjálvan møguliga hava funnið upp á. Tað er í øllum førum nógv, sum týðir upp á tað.
Eg havi ikki í nakrari grein sagt, at Mikkjal á Ryggi kom við navninum. Eg segði orðarætt: “Hetta skal eg kortini ikki duga at siga við vissu.”
Umframt mongdina av prógvum fyri, at Sørvágsvatn er søguliga rætta navnið, skal eg til seinast nevna nakrar sannroyndir afturat.
Søguligu kortini
Á korti yvir Føroyar frá 1761 stendur merk fyri Vágoynna “Sørvaagsvand”. Á Korti yvir Føroyar frá 1784 stendur “Sørvaas Vatn”, somuleiðis á korti frá 1789 stendur “Sørvaas Vatn”. Born kapteynur hevur í 1791 – 1792 gjørt lista yvir staðarnøvn í Føroyum og tekna kort. Sum staðarnavn nr. 20 skrivar hann: “Sørwaas Wand”, tað sama stendur á kortinum hjá honum frá sama árið. Á Generalstabskortinum, teknað í 1900, stendur “Sørvágs Vatn”. Á korti frá 1943 stendur “Sørvágsvatn”.
Skrivligu søguligu keldurnar
Jens Christian Svabo skrivar í Indberetninger fra en Rejse udi Færøe 1781 – 1782 á fýra støðum (bls. 36, 78, 1114 og 1381) “Sørvaagsvand” ella Sørvágsvatn. Um grágæs sigur Svabo m.a. “Paa Sørvaagsvand i Vaagøen fangede man den fordum”. Um íslandsmása sigur hann m.a. “Den opholder sig i store Flokke især paa Sørvaags Vand”. Um niðurløgd støð skriva hann m.a. “Der er en Slette ved den vestre Side af den søndre Ende ved Sørvaags Vand, som seer dejlig ud om Sommeren, og hvor Sørvaags-Mænd i ældre Tider skule have slaaet Græs.” Um staðlýsing skrivar hann m.a. “Sørvaags-Vatn imellem Midvaag og Sørvaag, som er den største Søe i Færøe, omtrent ½ Mil lang.”
Jørgen Land prestur skrivar í bók síni “Færøerne” útgivin ár 1800 á bls. 41 um Vágar: “Her er 2 store ferske Vand, nemlig Sørvaagsvatn, mellem Midvaag og Sørvaag, der er den største Søe i Færøe, næsten 3/4 Miil lang, 1/8 Miil bred, og fra 16 til 23 Favne dyb”.
Hammershaimb próstur (ættaður úr Sandavági) hevur um 1860 savnað staðarnøvn um allar Føroyar, hann nýtir navnið Sørvágsvatn í staðarnøvnum fyri Vágar.
Viðmerkjast kann, at Svabo, Landt og Hammershaimb verða vanliga nýttir sum viðurkendar álítandi søguligar keldur, sum ein ikki bara kann feia burt.
Fleiri keldur úr Vágum
Fekk eina grein upp í hendi nú ein dagin “Sørvágsvatn ella Leitisvatn?” sum Jákup Johansen sáli (1900 – 1976) úr Sørvági hevur skriva. Jákup byrjar greinina soleiðis: “Í eini spurnakapping í barnaútvarpinum varð einaferð settur fram ein spurningur um, hvat mundi vera longsta vatn í Føroyum. Svarað varð, at tað var Leitisvatn, og spyrjarin svaraði, at tað var púra beint. Eg haldi ikki, at tað er so púra beint.” Í greinini nevnir Jákup m.a. dømini við Svabo, Landt og Hammershaimb. Og leggur hin søgufróði Jákup afturat, at Jens Christinan Svabo hevur “traðka sína barnaskógvar í Miðvági.” Hvør skal siga, tað er hagan Svabo hevur fingið navnið.
Á grannastevnu í Miðvági ár 1900 stendur m.a. nevnt hetta í protokollini: “Aar 1900 den 19. Juli oprettedes paa Grandestævne i Bygden Midvaag følgende Vedtægter. 1. Først foretages Sagen om Anbringelse af en Rembaad fra Kjøndalseg til Sørvaagsvandet.” Aftur eitt dømi um, umframt tey eg nevndi í fyrru grein míni úr protokollunum hjá Vága sóknar kommunu, at eisini miðvingar í gamlari tíð róptu vatnið Sørvágsvatn.
Niðurstøða
Eg kundi sagt sum høvundin til Hebrearabrævið sigur í 11.32, tá hann tosar um trúarhetjurnar “Og hví skal eg tala longur? Tíðin mundi ikki rokkið til, um eg skuldi sagt frá...”
Søguligu prógvini fyri navninum Sørvágsvatn eru ovurhonds og røkka aftur “til Arilds tid” sum danir plaga at siga.
Navnið Leitisvatn røkkur aftur til 1898 og mangt bendir á, at tað er “uppfunnið” júst um tað mundið, men vinnur ikki frama í fyrstu atløgu, tað er heilt týðuligt. Í 1920-unum, við Mikkjali á Ryggi sum flaggbera, kemur navnið fram aftur. Eldri sørvingar eg havi tosa við minnast seg ikki hava hoyrt tað so smátt nevnt á fólkamunni fyrr enn í tríatiárunum, og er tað helst so.