Tvey ísfiskalínuskip fiska undir Føroyum. Annað skipið fiskar tosk og hýsu, og hitt er á djúpum vatni og fiskar svartkalva. Bæði skipini koma væntandi inn at landa hesa vikuna.
- Tvey ísfiskalínuskip fiska eisini í íslendskum sjógvi. Annað skipið landar væntandi miðskeiðis í hesi vikuni, og hitt landar antin síðst í hesi vikuni ella fyrst í aðru viku.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at eitt frystilínuskip er á Flemish Kap, og eitt fiskar í íslendskum sjógvi. Hini frystilínuskipini liggja øll við bryggju.
- Fleiri línuskip hava lagt, tí skipini verða pussaði upp, verður lagt aftrat.
Nú harðnar streymurin, men veðrið verður gott.
- Vit rokna tó ikki við nógvum útróðri, tí fleiri útróðrabátar hava lagt fyri summarið - og so hevur bólkur 5B ongar fiskidagar eftir, verður lagt aftrat.