Nøkur orð til minnis um

Fanny Reinert Djurhuus


Tungt, óvæntað og so óveruligt kendist tað at fáa tey tungu boðini um, at Fannymostur var farin. Brádliga varð hon rykt úr hesum lívi frá okkum mitt í dagsins gerningi. Hon var á veg til arbeiðis á ellisheiminum, og mitt í fyrireikingunum til bindiklubb fyri systrunum, ið skuldi verða kvøldið eftir. Eitt stórt veðratjógv lá og tiðnaði á køksborðinum. Hon vildi bjóða systrunum tað besta, ið tey áttu. Og mundi ikki okkurt skula keypast á veg heimaftur, ið skuldi brúkast í onkra góða dessert?
 
Fanny var eitt tað erligasta og raskasta menniskja, ið vit kendu. Í okkara eygum var hon ein “evigheitsmaskina”, ið ongantíð kundi steðga upp. Hóast hon var 76 ára gomul, avloysti hon nógv bæði á eldrasambýlinum í Gøtu og á ellisheiminum í Runavík. Trúføst gekk hon saman við Oluf í kirkju á Strondum, har hon eisini sat í kirkjuráðnum í nógv ár. Fanny dámdi eisini at ganga til handarbeiði á Toftum. Óteljandi eru tær gardinur, dúkar, vestar, myndir, hosir o.m.a., ið hon hevur virkað til ígjøgnum tíðirnar. Hon segði ongantíð nei, tá ið man bað hana um eina tænastu. “Eg havi so nógv at gera allíkavæl, so eg kann gott taka hetta afturat,” kundi hon taka til. Hittinorðað var hon sum fá; hon dugdi so væl at taka til og stóð ongantíð føst. Nógv eru orðafellini, ið vit við smíli minnast Fanny hava tikið til.
 
Sum barn var tað stuttligt at ferðast við Glyvur. Oluf og Fanny vóru ógvuliga gestablíð og barnavinarlig. Har var fjøran, bøurin, neytini, høsnini, og seinni komu gæsnar og kalkunirnar. Ofta vóru ungar eisini at síggja. Har var altíð okkurt spennandi hjá børnum. Og ikki at gloyma tann góða matin: bollahornini við birkes, vandbakkilsini og holukøkurnar. Fanny var ein góður kokkur, og nógvar eru køkurnar og salatirnar, ið eru bornar út úr húsinum, m.a. tær vøkru kransakøkurnar, og so seint sum 13 november kom hon við góðari salatrond í føðingardag í Saltnesi. Nei, hennara partur lá ongantíð eftir.
 
Fanny var trúføst ímóti sínum arbeiðsplássi og vildi ikki risikera at koma ov seint.
Um veturin, tá ið tað vóru ring koyrilíkindi, og Fanny skuldi á fleiri vaktir á ellisheim- inum ella til hondarbeiði á Toftum, plagdi hon at gista í Saltnesi. Vit minnast hesi hugnaligu kvøld við gleði og takksemi. Tað var mangan látur við einum temunni, stokkum og Fanny til borðs.
 
Vit hugsa um teg Oluf, børn, svigarbørn, ommubørn og langommubarn. Hjá tykkum verður saknurin størstur. Vit mugu sanna, at lívið er í grundini ógvuliga viðkvæmt - hongur í einum tunnum tráði, ið  kann slitna – tá ið vit minst vænta tað. Máttu vit øll blivið styrkt í trúnni á, at áðrenn vit vóru fødd, vóru okkara dagar taldir. Og hósmorgunin vóru so Fanny’sa dagar taldir. Tímaglasið var runnið. Nú hvílir hon í teimum ævigu bústøðunum í himli, til vit øll møtast aftur.
 
Og tá her er farin dagur,
neyð er lokin, tagna klagur,
børn øll síni rødd hans kallar
heim til gleði ævir allar.
 
Minnini liva – Takk
 
Vit í Saltnesi