Eg vil loyva mær at siga nøkur fá orð, um tann góða læraran Leif.
Leif kom til okkara sum eitt frískligt lot uttanífrá. Ein ungur maður fullur av lívi, hugsjónum og íblástri.
Hann lærdi meg danskar bókmentir, soleiðis at teir sum síðani royndu, at læra meg tað sama, bliknaðu.
Hann lærdi okkum rokning, soleiðis at vit øll í 2. real gjørdust meistarar í rokning, áðrenn vit fóru í annan skúla.
Superpedagogiskt, soleiðis at bæði tann stinni og tann tungi næmingurin, fingu høvi at vísa at tey skiltu.
Hann var ókenventionellur í orð og tal, og hann var ókonventionellur, tá hann bjóðaði øllum røskum kappum at svimja, úti á sandi ein kavadag.
Hann gjørdi ungdómsorkestrið, har eisini vit ómusikalsku, kendu okkum sum ein part av eini vælljómandi heild.
Hann lærdi okkum at spæla sjónleik og ferðast um landið við sýningunum.
Hann tók okkum út um landoddarnar, at ferðast víða um í Danmark.
Góði Leif, tú brendi títt ljós í báðum endum, fyri tína lívsuppgávu sum kennari.
Takk fyri førningin tú gav mær, og hvíl nú í friði.
Ærað veri minnið um mín góða lærara Leif Nolsøe.
Fyrrv. næmingur