Rættarmálið ímóti manninum, sum er ákærdur fyri drápsroynd í Norðdepli, líður nú ímóti endanum.
Alla farnu viku hevur ákærin brúk til at leggja teknisk prógvini fram í málinum og tey eru nógv.
Heilt serstakt er tað, at fyri at lýsa málið, er øll hendingin endurskapa á filmi. Talan er um ein film, sum varar í hálvan triðja tíma og hann varð spældur í brotum í rættinum fyri nevningunum.
Annars hava ákæri og vitni avhoyrt eini 14-15 vitni, sum eru løgreglufólk, fólk, sum hava sæð tann ákærda hendan morgunin og fólk, sum kenna til hansara viðurskifti.
Dagin í dag skuldu ákærin og verjin brúkast til at taka samanum og so fara teir 12 nevningarnir í einrúm at taka støðu til um hann er sekur ella ikki.
Koma nevningarnir til ta niðurstøðu, at maðurin er sekur, skulu ákæri og verji aftur siga sína hugsan um, hvør revsing er hóskandi, og so fara nevningar og dómari aftur í einrúm at taka støðu til, hvussu dómurin skal vera.
Talan er um eitt umfatandi mál og tað er ómøguligt at siga, hvussu langa tíð nevningarnir brúka upp á at viðgera málið, men tað er væl trúligt, at ongin avgerð fellur fyrrenn seinnapartin í vikuni.