Nólsoy og Neptun: 75 ár síðan størstu vanlukku í nýggjari tíð

Í Miðvikuna hevur eins og fyrr í FF-blaðnum verið roynt at festa lagnusøguna hjá føroyskum fiskimonnum á blað. Her er tíverri nógv at tríva í. Henda greinarøðin verður gjørd til minnis um teir 43 menninar, sum sjólótust í 1934 við Neptun og Nólsoy

1. Partur

 

Fyrr í vár høvdu vit fýra Miðvikur, sum umrøddu tær stóru sjóvan­lukkurnar frá 1914 til 1924, og sum serliga raktu Suðuroynna.

Fyrstu árini í 1930-unum vóru Føroyar eisini hart raktar. Í 1930 hendi vanlukkan við Ernustinu, sum kostaði 9 mannalív, meðan 19 mans vórðu bjargaðir av ein­um ótrúlig­um avriki hjá einum av mann­ingini, Ziska Jacob­sen. Heystið 1931 fórst Vest­manna­sluppin Dora við 17 monn­um. Laura og Immanuel úr Vági gingu burtur í 1932 við 38 monnum.

 

43 menn gingu burtur í senn

Árið 1934 var so aftur eitt rættu­ligt vanlukkuár hjá føroysk­um fiskimonnum og Føroyum sum heild. Í mai mánaði hetta árið hvurvu tvær sluppir samstundis. Onnur var Nólsoy við 20 monnum, og hin var Neptun við 23 monn­um. Við Neptun fóru ikki færri enn 9 mans úr Mykinesi. Sama tal fórst úr Vestmanna.

Tað fórust fórust átta hósvík­ingar við Nólsoy.

Onnur skip, sum fóru hetta árið, men uttan tap av mannalívum, vóru Standard, William Step­hen­son, Sigrid og Tjaldrið.

Hetta er størsa vanlukka í Før­oy­um síðan vit fóru at reka skips­fiskiskap í 1872. Neptun er eisini størsta einstaka vanlukkan, sum er hend í Føroyum við sínum 23 monnum. Tann, sum kom henni næst, er vist Stella Argus í 1957 við 22 monnum.

Tað ber illa til at ímynda sær eina slíka vanlukku. Tá ið vit hugsa um fólkatalið í Føroyum fyri 75 árum síðani, so vildu 43 mans tá svara til einar 100 í dag.

Hevði fyrr í vár vitjan av ein­um enskum blaðmanni hjá Fishing News International, har vit tosaðu um hetta. Eftir fólkatali­num vildi hetta svara til, at 10.000 mans í besta aldri doyðu bert ein dag í Danmark. Í Bret­landi hevði tað svara til 100.000 mans og í USA 500.000. Hetta eru so ógvuslig tøl, at tað ber snøgt sagt ikki til at skilja tey.

Henda greinarøð er partvíst eitt savn av tí, sum er skrivað um hesar vanlukkur, fyrst og fremst í FF-blaðnum. Nógv av hesum hevur eisini veriåð í Føroya Sigling­arsøgu hjá Páll Nolsøe. Men talan er eisini um nýtt tilfar, sum er grundað á samrøður við fólk, sum sótu eftir.

Endamálið er í samband við henda serliga minningardagin at savnað tað, sum kann sigast um Nólsoy og Neptun.

 

Nólsoy hvørvur

Fyrst skal "Nólsoy" verða umrødd. Tað var Müller reiðaríið í Havn, sum átti skipið. Eiden Müller, sonur reiðaran Ebbu Müller, skrivar fylgjandi um hesa slupp, og tað sum hendi:

“Nólsoy var ein lítil slupp, TN 202, bygd í Elmshorn í Týsklandi í 1880. Til fiskiskap undir Íslandi hvarv hon í 1934 og hvørki skip ella manning spurdust aftur. Hetta var ein sonn sorgarhending. Skipari var Hans David Hansen úr Hósvík og flestu av manningini, vóru úr Hósvík og bygdunum har nærindis. Hjá mammu var tað ógvuliga sárt at boða familjunum frá. Tað vóru djarvir og raskir fiskimenn, sum vóru við Nólsoy, og sjálvsagt rakti sorgin djúpt í teimum mongu heimum sum varaðu av. Ongantíð gjørdist greitt, hvussu tilburðurin var farin fram, men um nakað um somu tíð fórst ein onnur føroysk slupp, Neptun, og har spurdist heldur eingin aftur, tíverri.”

Tann tíðin tá "Nólsoy" hvarv, apríl-mai, skuldi heldur ikki verið ringasta tíð av árinum. Men í bókini ”Tað hendi umborð” hjá Svenning av Lofti er ein frásøgn frá Christian Olsen, ættaður av Eiði, men sum var búsitandi í Klaksvík. Hann var undir Íslandi tá og minnist illveðri fyrst í mai í 1934 sum tað ringasta, hann hevði upplivað. So roknað varð við, at sovæl Nólsoy sum Neptun eru farin í hesum veðrinum.

Gitingar hava verið um, hvørt skipini kunnu hava rent saman. Hetta fara vit at koma aftur til.

 

Andreas í Tarti: Seinastu sum sóu Nólsoynna

Í 2006 byrjaði í FF-blaðnum ein greinarøð við tí tá nærum 100 ára gamla Andeas í Tarti úr Oyndar­firði, har hann greiddi frá sínum langa lívi til sjós. Hann mintist so ótrúliga væl, og tað, hann segði um hesa vanlukku var fylgjandi:

“Vit vóru helst teir síðstu, sum sóu Nólsoynna. Ein stormur var á Suðurlandinum 27. apríl, hetta var ein rokstormur. So blíva nakrir dagar, har tað var gott veður, og nú fóru skipini vesturum. Vit sigldu í fínasta veðri vestureftir og brúktu bara motorin. Eg átti frívakt, tá vit komu um Reykjanes.

Tá vit eru komin nakað forbí, fortaldu teir fyri mær, at vit høvdu passerað sluppina Nólsoynna, og hon fór eysturyvir við størstu seglum við toppsegli, og eg hugsi, at hon hevði breiðfokkuna eisini.

Vit kláraðu tað ikki longur enn á Skagen, tá brendi hann á. At koma undir tað veðrið við størstu seglum hevur ikki verið lukkuligt. Hon eigur ikki at vera komin longur enn eystur um Grindavíkina. Eg kann ikki siga tað sikkurt, at eg sá hana, tá eg kom upp og fór á vakt, men hetta fortaldu teir so. Tað var so ringt veður, at vit lógu inn móti rivunum á Skagen og tordu ikki at venda. Men tíbetur, tað linkaði so mikið, og tá veðrið blíðkaði, tá slitnaði stagið hjá okkum.

Eg vil fortelja, hvat ein hós­vík­ing­ur fortaldi mær. Vit vóru saman við Nólsoyar Páll. Hann fortaldi fyri mær, at eitt konu­fólk hevði droymt skiparan á Nóls­oynni tríggjar nætur uppí slag. Hann stóð so syrgin í kappanum og fortaldi fyri henni, hvar teir vóru.

Eg rokni við, at Nólsoyggin hevur verið flótandi tá, og skip­ar­in segði bæði frá breidd og longd, hvar teir vóru staddir. Henda kon­an spurdi í dreyminum eftir Neptun, men hann svaraði ikki uppá tað. Eg trúgvi ikki, at skipini hava stoytt saman, sum summi hava hildið.

Eg havi eisini verið saman við manninum á Eyrabakka í Íslandi, sum fann líkið á kokkinum á Nóls­oynni,” sum greitt verður frá seinni í greinini.

Tað eru fleiri slíkar frásagnir um Nólsoynna, og vit fara í komandi pørtum av hava fleiri. Millum aðrar eina hugtakandi frásøgn hjá Petreu Olsen, sum hevði fleiri avvarðandi við Nólsoynna.

 

Ringurin, sum

kom aftur

Tað einasta, sum frættist aftur frá Nólsoy, var, at 27. mai 1934 rak eitt lík av einum manni á land við Eyrabakka í Íslandi. Maðurin hevði ring á fingrinum og av hon­um kundi staðfestast, at hetta var 31 ára gamli Bernhard Henriksen úr Sandavági.

Hetta gevur grundarlag fyri eini sera áhugaverda søgu. Men fyrst skal sigast, at við hesum forlissinum var tað á sama hátt, sum við so nógvum øðrum forliss­um. Fólk gingu í óvissu. Skipini plagdu at koma heim ávísa tíð, og tað komu tey flestu eisini. Men so vóru tað onnur, sum ikki komu vegin fram. Her var einki annað at gera enn at bíða og vóna, men sum dagarnir gingu minkaði vónin, og ein dag varð so staðfest, at skipið var farið og kom ikki aftur.

Men aftur til ringin hjá Bern­hard, sum henda vakra søgan kom burturúr. Gentan hjá Bern­hard var Anna Jacobsen, eisini úr Sandavági. Tey bæði høvdu verið trúlovað í 4 ár og høvdu havt ring í hálvt annað ár. Tá í tíðini varð ikki lopið framav á hesum økinum við at giftast í skundi.

Bernhard varð jarðaður á Eyra­bakka og á grøv hansara stendur ein vakur minnissteinur, sum Óli Arge, e, hevur gjørt. Har standa eisini nøvnini á hinum, sum fórust við Nólsoy.

Anna fekk ringin sendandi, og hon lat gera eitt hjarta, sum hon setti á ringin, og bar hon hann allar sínar dagar. Hon giftist ongantíð, og hon doyði í 1972, bert 65 ára gomul.

Ein slíkur skaðatilburður elvdi sjálvsagt til stóra sorg hjá teimum nærmasta. Í hesum førinum vóru tveir beiggjar farnir. Hin kallaðist Johannes.

Men teir báðir deyðu hjálptu sjálvir sínum næstu at koma yvir sorgina. Eina náttina droymdi systirin Elsa, at tað varð bankað uppá hurðina. Í fyrsta umfari latst hon sum einki, men so varð rópt: ”Elsa, lat upp.” Hon so gjørdi. Tá stóðu beiggjarnir báðir uttanfyri í líki av einglum. Teir hildu um hvønn annan og søgdu við systrina: ”Syrg ikki meira yvir okkum. Vit hava tað gott!”.

 

Bíðaði heilan túr eftir “ja” frá gentuni

Í samband við Bernhard er eisini ein onnur áhugaverd søga, og tað er dagbókin hjá honum. Hon er frá árinum 1930. Bernhard hevði skrivað niður fyri hvønn dag í árinum tað, sum hann hevur upplivað, t.v.s. bæði á landi og sjógvi. Hetta er tískil ein samtíð­arsøga frá einum tíðarskeiði, sum liggur nærum 80 ár afturi í tíðina. Her fæst eisini ein mynd av eini persónligheit, sum vit eisini hava fingið vátt­að av teimum, sum mintust Bernhard.

Bernhard var virkin missíóns­maður, og hann var eisini blá­­­kross­ari. Hann var sera fittur í hond­un­um og millum annað bant hann bøkur inn, tá ið hann var heima.

Dagbókin hjá honum er eisini um kærleikssøgu hansara. Hann hevði hug á Onnu, men fekk ikki sagt tað við hana, áðrenn hann fór til Havnar at rigga til at fara til skips á vári 1930. Dagin fyri, at teir fara avstað, sendir hann henni bræv um hetta. So túrurin gekk við at hugsa um, hvat svarið mundi fara at vera.

Hann fer avstað, og nú er spenningurin at fáa bræv frá Onnu. Men túrurin kemur til enda, og teir fara heim uttan, at hava verið inni har, sum brøvini eru send!

Tá hann kemur heim aftur, vísir tað seg, at hon hevur somu hugsan sum hann, og Bernhard kann nú kalla seg forlovaðan.

 

Framúr lýsing av fiskimanni

Frásøgnin hjá Bernhard er ein eina­stand­andi lýsing av lívinum umborð á eini slupp og umstøð­unum tá. Millum annað greiðir hann frá teirri stóru broyting, táið teir fingu radio umborð, og tað bar til at lurta eftir sendingum ymsastaðni frá í heiminum. Sjálv­ir var Bernhard kokkur, so tað lá væl fyri hjá honum at lurta. Tað, sum hann sjálvur legði størstan dent á, vóru tær gudstænastur hann hoyrdi, millum annað úr Stockholm, har hann eisini skilti hvørt orð.

Og so greiðir hann frá, hvussu stórt afturstig tað var, tá radio gjørdist í ólagi, og einki hoyrdist.

Bernhard greiðir eisini frá, hvussu hann sum fiskimaður upplivdi sáttmálasamráðingarnar í 1930, tá tað veruliga var útlit fyri verkfalli. Men semja gjørdist og teir fóru avstað sum ætlað.

Tað sum eisini lýsir lyndið hjá Bernhard er, at fyri dag hann skrivar endar hann við: ”Alt væl”.

Hetta árið í 1930 var Bernhard við "Suðuroy", sum eisini var eitt skip hjá Müllerreiðarínum. Skipar­in var tann sami Hans David, so teir eru farnir saman av Suðuroy umborð á Nólsoy.

 

Min elskaði Bernhard fór til gravar

Anna hevur eisini sjálv skrivað í dagbókina hjá Bernhardi, eftir at hann er farin. Og skal partur av hesum endurgevast. Hetta lýsir eisini, at talan hevur verið um eitt serligt og álvarsamt par.

Anna skrivar aftast í dagbókina hjá Bernhardi:

“9. juni 1934 fór Bernhard mín elskaði til gravar á Eyrabakka í Íslandi. Hann hevði fylt 32 ár tann 29. desember.

Gud vælsigni hansara støv har hann liggur. Hann og teir hava tað allir gott í dag.

Jólaaftan í 1932 tóku vit ringar uppá. Tað kvøldið var eitt ríkt kvøld fyri okkum bæði.

Tá knýttust vit fyri lívið og vóru lukkulig saman, sum eg ikki kann greiða frá í bókini. Vit bóðu Gud um at vælsigna okkum og okkara framtíð og gleddu vit okkum til, at vit skuldu koma saman. Tað var, sum vit ikki tonktu annað, at nú nærkaðist tíðin, og var tað nú blivið meira vist, at vit komu saman. Gud sá, at tað var betur, at hann tók mítt besta heim til sín, tí alt er gott, ið Hann ger, um tað er ófatiligt fyri okkum. Men Gud hjálpi og læri meg at boyggja meg undir hansara vilja, sum er tann besti, og sum hevur makt í himli og jørð.1 ár og 4 mánaðir høvdu vit ring saman.Gud vælsigni okkum.”

Bæði umrøddi ringur og dag­bókin eru í varðveitslu hjá Hanne­beth, Johannu Berthu, Joensen, í Sumba, sum er systurdóttir Bernhard. Hon er uppkallað eftir teimum báðum, Johannes og Bernhard. Afturat hesum var Anna gumma hennara, og tí er hon tann nærmasta at eiga hesar lutir.

Dagbókin hevur í síni heild ver­ið prentað í FF-blaðnum, og vóru nógv, sum vóru hugtikin av hesi frá­søgn hjá manni, sum hevði kunnað havt eina so bjarta framtíð. Men hetta vildi lagnan ikki.

Vit fara seinni í hesi røð at hava okkurt brot úr dagbókini.

 

Skiparin

Hans David Hansen var føddur í Hósvík 20. februar 1895, sonur Magnus Hansen og Elsu f. Andreas­sen. Skiparaprógv tók hann hjá Jens Paula í Dali í 1916.

Hans David fór til skips í 1911 við C&M Slater við Hans Hansen í Funningsstovu í Havn, sum átti sluppina, og hann var eisini í 1912 við sama skipi og skipara.

Í 1913 var hann við Báradrangi, skipari var Jákup Pauli á Hædd. Í 1914-1916 var hann við Thomas Carlton við sama skipara. Í 1917 var hann við Súluni úr Havn við Jóannesi Johannesen á Fossinum í Leynum, sum búsettist í Havn. Í 1918 var hann við Reginu úr Vági. Skipari var Hans Jacob Magnussen úr Leynum, sum búsettist í Vági. Í 1920 førdi Hans David White Star úr Vestmanna. Í 1922 var hann bestimaður við Sjanu av Tvøroyri, skipari var Hans Peter Olsen á Knúgva í Hósvík. Í 1924 var hann við Irex við Zachariasi Zachariassen úr Streymnesi og várið 1924 var hann við Silver Belle, sum Magnus Olsen í Rituvík førdi. Hans David førdi Kara frá 1925 til 1928.

Hans David keypti Zealous í 1929 frá Sámal Petur Thomsen úr Kollafirði og førdi hana hetta ár. Hann seldi hana í 1929.

Í 1930 førdi Hans David Suðuroynna, sum tá framvegis var deyðsiglari. Í 1931 fór hann at føra Nólsoynna til 1934. Eftir hann sat einkja.

Manningin var annars:

· Magnus Pauli Hansen, f. 10.5.1897. Eftir sat einkja

· Vilhelm Hansen f. 25.11.1902, ógiftur. Hesir 3 vóru brøður.

· Sámal Jákup Jacobsen f. 19.8.1893. Eftir sat einkja við 12 børnum. Hann var beiggi Óla Jákup Jacobsen.

· Edward Hansen f. 9.6.1916.

· Poul Poulsen f. 6.5. 1918

· Jóan Petur Petersen f. 19.10.1880. Eftir sat einkja og tvey børn

· Meinhard Peter, f. 8.9.1912. Hann var elsti sonur Jóan Petur

· Johannes Olsen f. 27.8.1912. Eftir sat einkja og 9 børn

· Alif Danberg f. 20.8.1912

Allir úr Hósvík

 

· Jens Christian Petersen f. 28.7.1904

· Magnus Poulsen f. 3.8.1906

Úr Kollafirði

 

· Óla Jákup Jacobsen f. 23.9.1886. Eftir sat einkja og 9 børn

Oyrabakki,

 

· Jógvan Nybo f. 12.1.1886. Eftir sat einkja og seks børn

Hvítanes.

 

· Poul Martin Johansen f. 18.6. 1909

· Hans Jacob Ejdesgaard f. 27.6.1913

· Hans Andrias Johansen f. 6.2 1916, beiggi Poul Martin

Av Eiði

 

· Petur Joensen f. 19.4.1907

Sandur

 

· Bernhard Henriksen f. 29.12.1902

· Johannes Henriksen f. 8.10.1905

Sandavágur. Teir vóru brøður

 

-----------------------

 

Í Varðanum var

hendan yrking um

hesar vanlukkur

 

Lat bendast tað, ið bendast kann,

ei bendir stormur rættan mann,

hann borggrind ger úr sprekku -

sær hæddir blána undir sól -

og reiðir sær á tindi ból,

fer heim til Feginsbrekku.

 

Tað hav, ið brýtur her

um hesi veðurbitnu sker,

tað dró, tað dregur enn,

uppelur rættar menn.

Og havsins bára brá,

sum brýtur brøtt og skyggir blá,

ber skeið, og smildrar skeið -

er okkara dýra leið.

 

Væl stýrdi køna hond,

tá kavaguvan fjaldi lond,

og brot í íðu vóð,

og brim í grasið stóð.

So manga skaðanátt

tit nýttu tykkar ytsta mátt

og tykkar besta skil

at leggja knørrin til.

 

Hátt tykkar verk er mett. -

Nú flagg á topp, hvítt, blátt

og reytt,

og havsins kvæði enn

tit kvøðið, havsins menn.

Og báran brøtt og blá,

sum mangan vandaleikin sá,

hon er - tað svitast ei -

vár egna dýra leið.

 

------------------------

 

Ud paa Dybet

 

“Far ud paa Dybet og kast Eders Garn ud til en Dræt (Lukas 5,4) lød det til Fiskerne ved Genesaret Sø, og det samme lyder ogsaa til os færøske Fiskere, naar vi drager ud paa Dybet, og vi ved, at vi skal arbejde flittigt i det Kald, Herren har givet os, og således lød det ogsaa til Kutter Nólsoy, da den drog ud paa Havet. Da var det de samme Ord, der lød til den enkelte om Bord.

Som vi ved var de fleste af Mandskabet Blaa Kord Med­lemmer, og Skibets Fører og flere andre var levende Kristne, saa da Herrens Ord: “Far ud paa Dybet lød til Dem, var deres Svar: “Paa dit Ord!” (Luk. 5,4), og de drog ud og tog Jesus med sig, og han var deres Fører over Havet.

Under Arbejdet gik deres Tanker til de kære i Hjemmet, og de saa med glæde hen til den Tid, da de igen skulde sætte Sejl og vende Kursen hjemad. Men Herren havde talt deres Dage, saa de blev derude. I Farens Stund paakaldte de Herrens Navn, og han bønhørte dem. Thi de havde ikke skammet sig over at vidne om ham for Menneske og ophøje hans Navn. Naar Faren er størst er Hjælpen nærmest, og i den fjerde Nattevagt kom Jesus vandrende paa Søen og tog dem ved Haanden og førte dem ind i den himmelske Havn, hvor de blev modtaget med Velkomstsang, og nu synger de glade til Lammets Ære.

I Hjemmene ventede man med Længsel paa deres Hjemkomst, men til sidst kom den Sorgens Dag, da man fik vished for, at Nólsoy var borte. Men Herren havde vendt deres Sorg til Glæde, thi de havde et levende haab om at møde dem i Himlen igen, hvor de aldrig mere skal skilles. Gud hjælpe os til altid at tage Jesus med, hvorhen vi end vandrer, saa skal intet skade vor Sjæl, thi Jesus er den eneste, som kan hjælpe os, naar vi skal gennem Dødens skygger.

Maa Gud hjælpe os alle sammen dertil!

Amen

 

Grib du vor Haand og hold den fast,

Lær os naar alt vor eget brast

At leve af din Naade.

Vær du vor Skjold, o Herre blid!

Lær os i Fred i Storm og Strid

At tro paa Korsets Gaade.

 

Da aabnes der Dør til Himlens Stad,

Da nævnes de Kaarnes Navne,

Gud lade os alle mødes glad

Og ingen av vore savne.

Da unde os Gud for Kristi Blod,

Vi maatte i Himlen havne

 

Bestyrelsen for Thorsvig Lokalforening.

 

Úr blaðnu Blå Kors

 

---------------------

 

Minningarorð

Skelkurin av hesi vanlukku kom heilt til Danmarkar. Tað vóru nógvir mans úr Hósvík við Nólsoynni. Teir vóru missiónsmenn og limir í fráhaldsfelagnum Blái Krossur. Í felagsblaðnum stóð hendan grein:

 

De Fare-Vande!

TIL MINDE OM 20 FÆRØISKE FISKERE

Af sognepræst M N Randkær.

 

Havet kan ligge stille og spejl­blankt. Men naar Stormen farer hen over det, kan det rejse sig i al sin Vælde. Og naar Havet er i oprør, og Stormen pisker Bølge­toppene til Skum, da er det svært for dem, som maa være paa Havet.

Vore Venner paa Færøerne er fortrolige med Havet. En stor Del af deres Tid tilbringer de paa Bølg­erne. Og i den gode Fisketid er de ofte langt borte fra Hjemmet.

Færøiske Fiskere har et vanske­ligt og farefuldt Hverv. Og ofte er de paa Havet i ugevis og maa tage mange haarde Tørn.

Mange færøiske Fiskere finder deres Grav i Havet. Derfor hviler der ogsaa en vis Alvor over disse Mennesker. Mændene ved, at mange Farer møder dem, og ofte er de Døden nær. Og medens Mændene er borte, gaar Hustruer og Børn ofte i angst derhjemme. Mon de faar Far at se igen?

Den 23. April sidste Aar drog en Flok færøiske Fiskere paa Langfart, idet de skulde fiske helt oppe under Island. De sejlede fra Thorshavn med kutteren "Nólsoy". Vejret var uroligt. Og det blev Storm.

Og ved den Tid, da Kutteren skulde vende tilbage, var man paa Færøerne ængstelige for, at den var forlist, og at dens Mandskab var omkommet. Den 27. Maj fik man Vished for, at det var gået som man havde frygtet.

En Mand blev fundet ved Eyrarbakka paa Island. Han havde Ring paa Fingeren, og i Ringen sad hans Kærestes Navn. Det blev da hurtigt opklaret, at Manden var en af Fiskerne fra Kutteren "Nólsoy". Den var forlist og dets mandskab var druknet.

20 Mand havde fundet deres Grav i Bølgerne.

Skibets fører og enkelte andre havde været med til at stifte Lokalforeningen i Thorsvig. Mange af "Nólsoy's" Mandskab var Blaa Kors Folk.

 

Vi mindes dem med tak til Gud

Og saa tænker vi kærligt paa deres Kære, som er tilbage. Det er nogle Hustruer, som savner deres Mænd, og mange Børn, der ikke mere skal se deres Far her paa Jorden.

Det er vor inderlige Bøn til Herren, at han vil velsigne hver enkelt af dem, og at han ved sin frelserhaand vil lede dem, indtil Maalet er Naaet.

Men ak, de Fare-Vande, Befæst mig dog de Tanker

Hvor kan jeg finde Spor Jeg snart i Himlen Staar!

 

---------------------

 

 

"Neptun"

 

Her skal verða greitt frá um "Neptun". Keldurnar eru fyrst og fremst Siglingar­søgan hjá Pàll Nolsøe og Dimmalætting

Óla Jákup Christoffersen í Skál­um keypti Neptun úr Noregi við skeyti, dagfest í Kristiansund 14.mai 1923. Hon var bygd í Mandal í 1908 og merkt til 89.49 br.t. Hann førdi hana til hon gekk burtur í 1934 við undantaki av 1932, tá ið Jákup Andreas Lamhauge í Vestmanna var skipari.

Vit vita, at Neptun fór av Reykja­vík 18. apríl 1934, og í einu­m politi­rætti, sum var hildin 26. januar 1935 á sýsluskriv­stov­uni í Vestmanna viðvíkjandi Neptun greiðir Hans í Innarustovu frá, at Havfrúgvin, sum hann førdi, og Neptun tann 27. apríl lógu stutt frá hvørji aðrari og fiskaðu á Selvogsbankanum á Suðurlandinum. Tann 3. mai var eitt ræðuligt ódnarveður, og eingin hevði sæð Neptun aftan á hetta veðrið. Í sama politirætti verður greitt frá, at Albert av Tvøroyri tann 6. mai hevði funnið tann minna bátin hjá Neptun í Grindavíkini.

Skiparin á Neptun

Á fundi í Føroya Skipara- og Navigatørfelag tann 11. nov­emb­er 1934 helt formaðurin Kvíviks Tummas røðu um skipararnar, sum vóru farnir við "Nólsoy" og "Neptun". Henda røðan var prentað í Varðanum. Hann segði um skiparan á "Neptun":

"Óla Jákup var ein merkismaður í allari síni ferð. Hansara ídni og strevan var at gagna landi sínum og gera tí æru og heiðursumdømi, hvar hann kom í útheiminum. Til dømis í Íslandi eru mangir føroyavinir vegna hansara riddara­lyndi og stóru mentan. Hann tosaði íslendskt mál so til fulnar sum bert fáir føroyingur nú á døgum dugir. Hann var sera væl inni í søgu norrønu manna og vann sær tessvegna nógvar vinir millum mentaðar menn.

Mentir sínar vann hann á Før­oya Fólkaháskúla, har hann var á ungum árum. Síðan tók hann skiparaprógv hjá Jens Paula. Tá fyrstani sá hann at ov lítið var lært og fór síðan aftur á Føroya Fólkaháskúla. Tá bleiv hann heil­­­stoypt­ur maður. Tí var hann so søgu­­kunn­ug­ur og vitur í tosi. Hvør mað­ur ið kendi hann, man halda sum eg, at tann løtan ein var saman við Óla Jákupi var ein góð løta.

Vit minnast hansara róliga lyndi, tá hann varð tikin av eingil­sk­­um herskipi til Onglands við slupp­ini Mary Boyes. Tá hann var leysur og fór til Føroya við sluppini aftur, rakst týskur kavbátur á hana og skeyt hana niður. Hetta var millum Lewisoyar og Føroyar. Hann fór í bát sín við monnum sínum og róði líka til Vestmanna. Teir komu fyrst á land í Suðuroy, men løgdu als ikki at landi. Hann helt leiðina líka heim.

Óla Jákup var av bestu sjó­monn­um, fróur kurteisligur í vert­skapi, trúfastur og íðin í føroysk­um samfelagsstarvi. Ein av Føroya bestu sonum."

 

Teir ið fórust við "Neptun" vóru:

· Óla Jákup Christoffersen, Vestmanna, skipari

· Johannes Jacobsen, Vestmanna, bestimaður

· Jacob Jacobsen hjá Mykines Jákupi, Vestmanna, motorpassari

· Niclas Michael Joen-Mikkelsen, Mykines

· Johan Jacobsen, Mykines

· Jákup Egholm, kokkur, úr Hoygarðinum í Leynum

· Jesar Andreas Joensen, Mykines

· Zahle Johannes Joensen, Mykines, sonur Jesar

· Thorstein Johannesen, Hvalvík

· Hans Jacobsen, Mykines

· Hilmar Danielsen, Mykines

· Harald Haraldsen, Miðvágur

· Hjalmar Haraldsen, sonur Harald

· Arendahl Haraldsen, sonur Harald

· Olivar Wejhe, Mykines

· Hans Jacob Petersen á Bakkanum, Vestmanna

· Gunnar Petersen, sonur Hans Jacob

· Poul Thomasius Egholm hjá Tummas í Streymnesi, Vestmanna

· Jacob Pauli Joensen, Mykines

· Julius Joensen úr Útistovu í Hvalvík, Vestmanna

· Joen Arnold Joensen hjá Nikláa, Vestmanna

· Hans Johannesen á Deild, ættaður frá Við Neyst í Hvalvík, Vestmanna

· Julius Joensen, Mykines

 

 

---------------------

 

 

Komandi partur

Í komandi parti verður millum annað frásøgn hjá Johan Hansen úr Kollafirði, sum hevur eina støðu til spurningin um Neptun og Nólsoy stoyttu saman. Eisini hava vit frásøgn hjá Julionnu Samuelsen úr Vestmanna, sum misti pápan við Neptun

Er nakar sum kann geva eitt íkast, eisini myndir, til søguna um Neptun

og Nólsoynna, vilja vit fegin frætta