Nám gevur út nýggja heimssøgu

Fyrsta av trimum søgubókum til útskúlingina í fólkaskúlanum er komin. Við heitinum "Heimssøga fram til 1700" byrjar bókin við fyrstu fornøldini og endar síðst í 1600-talinum.

Jóan Pauli Joensen, rektari og professari í siðsøgu og fólkalívsfrøði á Fróðskaparsetrinum, umsetur fyri Nám tríggjar heimssøgur úr svenskum til føroyskt. Hetta er hin fyrsta. Saman við ritstjóranum, Sigfríði Abrahamsen, hevur hann tillagað bøkurnar til føroysk viðurskifti.

- Øll lond síggja søguna úr egnum sjónarmiði. Í so máta eru vit ikki øðrvísi enn onnur. Vit læra um onnur í einum søguligum høpi við eisini at síggja okkum sjálv í einum høpi, sigur Jóan Pauli, sum ikki sær nakran trupulleika í at týða søgubøkur úr øðrum máli.

Talan er um tríggjar bøkur: Heimssøga – Fram til 1700 til 7. flokk, Heimssøga – Frá 1700-1900 til 8. flokk og Heimssøga – Frá 1900 til í dag til 9. flokk.

Endamálið hevur verið at skapa eitt hugvekjandi lærugreinatilfar, sum er hóskandi til nútíðar næmingin, sigur Nám í tíðindaskrivi.

Nýggja bókin "Heimssøga fram til 1700" kostar 225 krónur.