Nú má samgongan halda orð og geva okkum viðgerðartrygd. Tað siga tey í ADHD felagnum í ársfrágreiðingini um virksemið í fjør.
Og tey sipa til, at samgongan hevur lovað, at eingin skal bíða longur enn í mesta lagi 30 dagar eftir at sleppa í viðger fyri sjúku. Tí stúra tey í ADHD felagnum, tá ið yvirlækni í barna- og ungdómspsykiatriini, fortaldi teimum fyri jól, um, at bíðilistin hjá 300 børnum til barnapsykiatriina, er longdur úr tveimum mánaðum, heilt upp eitt ár, tí játtanin til økið er ikki nóg stór.
Í ADHD felagnum vísa tey á, at bæði í summar, og aftur á fíggjarlógini fyri í ár, varð meira peningur settur av til ADHD klinikkina. Tey fegnast eisini um, at vælferðarlógin er samtykt, men vilja fegin hava at vita, nær teirr børn við ADHD koma við í “ta góðu tilgongdina”.
Tey halda, at tá ið bíðilistarnir verða longri, er tað tí at vit verða meiri tilvitað ADHD og viðurkenna tað meiri, tí viðurkenningin er treytin fyri, at søkt verður um hjálp.
– Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, hevur lovað, at bíðitíðin skal verða í mesta lagi 30 dagar. Vit fylgja neyvt gongdini, tí sera sera langt er á mál, siga tey í ADHD felagnum.
Tann eina milliónin, ið játtanin er økt við í ár, er als ikki nóg mikið til, at ADHD klinikkin á psykiatriska deplinum kann virkað sum ætlað við fimm fólkum í starvi, siga tey.