Nú manglaði aftur liberalistiska íkasti frá politiska myndugleikanum  í sambandi við Faroe Jet

- liberalisering sær út til at verða eitt gott valagn, men tá viljin er at vísa nakað í verki, kemur bara ONKI av skafti

Fríðálvur Jensen, Keypmannahavn

Eri sjálvur uttanlands í løtuni, men tá eg sá, at tað sær sera trongligt út hjá kappingarneytanum hjá Atlantic Airways, kann eg bara drýta høvur og siga, at vit hava ikki politiska viljan at gera tær kappingarligu fortreytirnar fyri, at VIT kunnu hava TVEY feløg at velja ímillum.
Í mai valdu eg og familjan at fara fyrsta túrin við nýggja flogfelagnum, tí skal nakar livandi møguleiki spyrjast burturúr, eru tað vit brúkarar, sum mugu taka okkum um reiggj.
Tó, valdu vit hesaferð at taka av tilboðnum frá Atlantic Airways, tí tað skal sanniliga ikki verða so, at ein skal halda lív í bara tí eina, tí so eru vit aftur har, vit byrjaðu.
Gott arbeiði
Eg skal skunda mær at siga, at leiðsla og nevnd í Atlantic Airways hava gjørt eitt framúr arbeiði  til frama fyri okkum brúkarar og felagið  við hjálp frá tí almenna - men tað eru nú einaferð so, at skulu vit hava kapping, skulu í mista lagi tveir útbjóðarar verða at velja ímillum.
Hvar er politiski viljin?
Tað er ikki nokk - bara at vilja selja ein triðing at ALMENNA flogfelagnum - ein áhugaður íleggjari vil hava meira, so hesin sær nakað skilagott í íløguni og framtíðarvánunum.
Bara at fáa ein part; gevur onga strategiska meining  tað má og skal ein størri politiskur vilji til at taka politiska og fíggjarliga váðan!
Tað átti ikki at verði neyðugt at tikið uppaftur, at mong av okkum suffaðu, at tað bara bleiv eitt felag at velja ímillum; eftir at Mærsk Air legði árarnar inn, men nú bendir alt á, at vit eru á veg í tað sama.
Eru tað bara politikararnir?
Tað er nú einaferð so, at skal nakað skilagott spyrjast burturúr skal dugnaskapur til, og er tað ikki tað vit síggja í strategisku marknaðarføringini hjá nýggja felagnum, er tað sjálvandi eisini ein viðvirkan til støðuna.
Tá eg sá nýggju marknaðarførsluna hjá nýggja felgnum, var kappingarneytin skjótur við boðskapinum: Heimaftur sleppur tú altíð - sjálvandi, tað er júst tað VIT vilja hava  góð tilboð, sum vit vilja gjalda fyri  so einfalt er tað!
Duopol, er so minsta fyritreytin
Skulu vit hava kapping innan føroyska flogferðslu, er tað ein fyritreyt, at vit hava í minsta lagi tveir útbjóðarar at velja ímillum, og um tað er tann núverandi samansetingin sum er tann rætta, skal eg ikki tora at siga, men tað er eisini politiski myndugleikin sum skal vísa í verki, at vit brúkarar fáa møguleikan at velja millum tvey ella fleiri feløg.