Sputnik aftur á tónleikahimmalinum – á jóansøku

Tað má vera fáur føroyingur, ið ikki veit um orkestrið Sputnik, ja á Tvøroyri er so eingin, ið ikki kennir til teir!

 

Tíðindaskriv:

 

Bólkurin sá dagsins ljós í 1975 og var virkin inn í níti-árini, men hevur havt onkra einstaka framførslu síðan. Upprunamanningin taldi brøðurnir Jens og Marner Lisberg, Jan West(Petersen) og Rasmus Magnussen. Seinni kom Ragnar Djurhuus afturat og annars hava fleiri góðir tónleikarar verið afturat orkestrinum - eitt nú Johan Dahl, Jens Johannesen.

Bólkurin gjørdist beinanvegin sera væl umtóktur og tá hann í 984 gav plátuna "Oyggjaland í sól" og seinni "Lat okkum fara" var eingin vegur aftur. Frálíku, eyðkendu røddirnar hjá Lisberg brøðrunum gjørdist fólkaogn og enn hoyrast løg teirra javnan í Kringvarpinum. Hvør kennur ikki "Eg sjólívið valdi", "Oyggjaland í sól" og "langt burt frá tær, við Noregs køldu strendur", bert fyri at nevna nakrar fáar?

Á jóansøku verður endiliga høvið at síggja og hoyra Sputnik aftur! Hóast øll upprunamanningin ikki er við, so telur manningin: Jens Lisberg, sang, Jan West, trummur, Ragnar Djurhuus, bass, Poul Hammer, guitar/munnharpu/keyboard/sang og Trygvi d. Strøm, guitar.

Ein sera góð manning, ið vit gleða okkum at hoyra og uppliva sunnukvøldið á stóra tónleikapallinum í miðbýnum!