Næmingar á Glasi tíma ikki fjarundirvísing

Spurnarkanning hjá Glasi, sum er gjørd millum næmingar í junimánaði, vísir, at næmingunum als ikki hóvar fjarundirvísingina, sum var fyri summarfrítíðina, og sum 2. og 3. árs næmingarnar í gjár byrjaðu nýggja skúlaárið við.

Talan er um eina kanning, sum skúlin hevur gjørt í samband við innanhýsis eftirmeting av fjarundirvísingini.

Umfamt ymiskt, sum hevur havt beinleiðis við undirvísingina at gera, so vóru tveir spurningar settir, sum vit hava hugt nærri uppá. Teir eru:

– Næmingarnir hava fingið meira burtur úr fjarlestri enn í vanligari undirvísing?

– Fjarlestur átti at blivið eini partur av undirvísingini framyvir?

Svarini til báðar spurningarnar eru eitt rímuliga samfelt nei. Næmingarnar halda als ikki, at teir hava fingið meira burtur úr fjarlestri enn í vanligari undirvísing. Svarini eru býtt ímillum ymsu lærugreinirnar:

Handilsskapur, List og skapan, Mál og bókmentir, Náttúruvísindi, Samfelag, Sølubúskapur, Myndlist, Føroyskt, Støddfrøði, Samfelagsfrøði.

Næmingarnir skuldu so svara, um teir vóru »sera samdir«, »samdir«, »miðal«, »ósamdir« ella »sera ósamdir«.

Til fyrra spurningin hava 70 prosent av næmingunum svarað, at teir eru »ósamdir« og »sera ósamdir«.

Til seinna spurningin hava 75 prosent av næmingunum svarað, at teir eru »ósamdir« og »sera ósamdir«.

Steinbjørn Hardlei, rektari, sigur, at endamálið við kanningini var at fáa eina indikatión uppá, hvussu fjarundirvísingin hevur virkað við at seta hesar spurningarnar.

Tá freistin at svara kanningini var úti, høvdu 302 út av 543 næmingum á 1. og 2. ári svarað.

Rektarin sigur, at tey við hesum síggja nøkur tekin og nakrar upplivingar, ið skúlin kann taka við sær víðari.

– Í løtuni hava vit avgjørt í samráð við Uttanríkis- og Mentamálaráðið, at vit hava fjarundirvísing fyri 2. og 3. árs næmingarnar hesa fyrstu vikuna av skúlaársbyrjanini – væntandi verður tað ikki neyðugt at leingja tað skeiðið, og vit kunnu taka undirvísingina inn aftur á skúlan mánadagin, sigur Steinbjørn Hardlei.