Næmingar úr Hoydølum vunnu

Ein bólkur við næmingum úr Studentaskúlanum og HF-skeiðinum í Hoydølum vunnu innleiðandi kappingina í European Business Game. Finalan verður í Føroyum

Vinnari av EBG-kappingini í ár var ?FOSHELL? ? bólkur mannaður við 4 næmingum úr Studetaskúlanum og HF-skeiðnum úr Hoydølum. Tey eru Jóannis í Hoygarðinum, Olivia Danielsen, Una Jacobsen og Hans P. Hentze. Lærari: Holger Arnbjerg, lektari í vinnubúskapi.

EBG er ein evropeisk kapping millum næmingar á ungdómsútbúgvingunum. Í kappingini skulu teir grundleggja ? alt uppspunnið ? eina fyritøku. Teir skulu finna eitt hugskot, gera avtalur um rávøru, framleiðslu og sølu. Næmingarnir skulu gjøgnum alla virkisgongdina og syrgja fyri, at fyritøkan verður góðkend hjá almennu mynduleikunum. Ein realistiskur roknskapur yvir eitt 3-ára skeið skal leggjast fram og góðkennast av lánistovni osfr.

Hetta er 4. árið skipað er fyri EBG og tvær ferðir áður hevur Fiskivinnuskúlin í Vestmanna vunnið ? fyrstu ferð her í Føroyum og seinru ferð á teirri endaligu evropeisku finaluni. Tvær ferðir hevur ein bólkur frá Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í Hoydølum vunnið føroysku finaluna, í 1998 og í ár. Finalan í ár verður í Norðurlandahúsinum leygardagin 8. Juli 2000.


Góð skoðsmál

Í stuttum kann sigast, at verkætlanin hjá vinnandi bólkinum ?FOSHELL?, snýr seg um at framleiða kitoson, sum verður nýtt sum reinsi- og avmakringskurur og astaxantin, sum er eitt litevni frá rækju- og fiskaburturkasti frá føroysku fiskivinnuni til nýtslu, innan bioteknologisku vinnuna.

Føroyska dómsnevndin var væl nøgd, og gav m.a. hesi ummælini:

Arne Poulsen, Vinnumálastýrið:

? Ætlanin er í tráð við vinnupolitikk landsins, sum er at diversifisera vinnuna, men harumframt at leggja dent á KT ? og bioteknologiska vinnu. Roknað verður við at hesar báðar vinnur passa væl til umstøðurnar i Føroyum og vinnugrundarlagið í Føroyum, og at tær kunnu skapa stórt avkast. Verkætlanin hevur rakt rætt í so máta, um man í heila tikið kann siga so.

Martin Jacobsen, stjóri:

? Eg haldi at hettar er ein góð uppgáva. Hugskotið er nýskapandi og vinna av hesum slagi er vanliga profitgevandi. Stigatal av 100 : 87

Klaus Rasmussen, statsautoriseraður revisor:

? Jeg synes, at opgaven tydelig bærer præg af, at der er lavet et stort arbejde.