Tað verður ein privat fyritøka, ið skal loysa parkeringstrupulleikan í Klaksvíkar kommunu. Tað upplýsir kommunan í tíðindaskrivi sent fjølmiðlunum í dag.
Upplýst verður, at ein avtala er fingið í lag millum Ansni, løgregluna og Klaksvíkar kommunu um, at Ansni tekur sær av parkeringseftirlitinum í Klaksvíkar. Í fyrstu atløgu er talan um eina royndartíð upp á eitt hálvt ár, ið byrjar longu í næstu viku.
Kommunan upplýsir, at tað er eftir tilmæli frá løgregluni og avvarðandi nevndum, at Ansni við heimild frá fútanum røkir uppgávuna sum parkeringsvørður.
Formaðurin í Teknisku nevnd, Óli M. Lassen, sum eisini umboðar býráðið í Ferðslunevndini, fegnast um, at eftirlit nú aftur verður við parkeringunum í kommununi.
- Sjálvt um tað er ein uriaspostur at skriva út parkeringsbøtur, so haldi eg, at vit øll hava sannað, hvussu gott og týdningarmikið tað er at hava eftirlit við parkeringunum í býnum, og nú royna vit so eina loysn, har Ansni røkir uppgávuna við heimild frá fútanum. Við hesum leistinum tryggja vit okkum, at fleiri hendur og eygu altíð eru til at loysa uppgávuna, heldur enn at arbeiðið er tengt av einstøkum persónum, sigur Óli M. Lassen.