Nýrafelagið almennan fund

Í sambandi við »Ár teirra brekaðu 2003«

hevur Nýrafelagið tikið stig til at fáa fólk frá danska Nyreforeningen til Føroya at greiða frá um ymisk evni sum viðkoma nýrasjúklingum.
Fundurin verður leygardagin 6. september kl. 18.00 í Veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum, har øll eru vælkomin.
Formaðurin í danska Nyreforeningen, Stig Hedegaard Kristensen, næstformaðurin Lone Kiilerich og Ole Lings, konsulentur hjá Nyreforeningen fara at røða um evnini: Hvat krevur ein dialysusjúklingur anno 2003, Lógin um heiladeyðskriteriið og transplantatión, Kostur til nýra-/dialysusjúklingar og um Avvarðandi/foreldur til nýrasjúkling.
Fríggjadagin 5. september fara tey at hava fund fyri starvsfólk innan sjúkrahúsverkið.