Jóan Pauli helt herfyri fyrilestur á Fróðskaparsetrinum um brúðarsiðir, í samband við arbeiði við eini stórri verkætlan og bókina: "I ærlige brudefolk", ið útkemur á Museum Tusculanum Forlagnum í ár.
Jóan Pauli leitaði aftur á gamlar siðir, ið vóru tengdir at brúðleypi. Hann segði frá, at fyrr var t.d. vanligt við brúðarfylgi og brúðarfólki. Tá fólk skuldu giftast, vóru kenslurnar ikki tað mest umráðandi. Hinvegin var hetta at vera góð við hvørt annað, av og á hildið at vera ein trupulleiki, tí hetta kundi leiða til svartsjúku. Fólk, sum giftust fyrr, kendu tó hvørt annað. Kirkjan vildi bert víga fólk, ið sjálvi vildu giftast. Um t.d. brúðurin setti seg ímót hesum, var eingin giftur.
Sjálvt um fólk fyrr kendu hvørt annað fríggjaðu, sum man sigur, lótu tey sum einki. Tað var ikki fyrr enn til várs, at kvinnan heilsaði uppá drongin, so vóru tey forlovað. Gamalt var at royna at koma uppí dansin, har gentan dansaði. Jóan Pauli segði frá, at Jóanes Patursson, tá hann møtti konu síni, hevði at klóra í hondina á henni. Hon visti tá ikki hvat hetta merkti, at hetta var tekin um áhuga. Gudmund Bruun sigur eisini frá hesum.
Fríggingarsiðir
Jóan Pauli vísti ymiskan brúðamóta. Vanligt var eisini fyrr við gávum. Fríggingarsiðir í Føroyum, vóru tó sum aðrar staðir. Í Svøríki kenna vit siðin natfrieri. Og úr Føroyum kenna vit øll frá Jákup á Møn, at brenna krakk, ið vit tó bert kenna frá hesum tátti.
Jóan Pauli kom inná hetta við at fólk fyrr ikki kundu giftast við tríminingum, ella syskinabørnum. Mest var hetta fyri at fáa fólk at gjalda bótina, ið fólk fingu fyri hetta.
Vanligt var við føroyskum klæðum, eftir at tey vóru uppfunnin um aldarskiftið. Stakkurin varð tó hildin at vera fínari. Jóan Pauli helt fyri um søguna hjá stakkinum, at hann er horvin, serligani í 1930inum var hann púra burtur. Teir vit hava í dag hava føroyskir skræddarar tekna, og eru teir tí ikki teir somu gomlu vit kunnu lesa um. Vanligt var eisini, at serstakir brúðarskógvar vóru brúktir.
Siðir gjøgnum tíðina
Gamal siður var eisini at skjóta fyri at styggja tað ónda burtur. Hetta er gamalt, ið hongur við. Siðir gjøgnum tíðina broytast, men okkurt verður eftir.
Eitt annað, ið er broytt, er at nú skal brúðgommurin helst ikki síggja brúðurina, men fyrr var vanligt, at brúðafólk og brúðarpar fylgdust í kirkjuna. Í Føroyum hugsaði man ikki so nógv um at brúðgómurin sá brúðurina, helt Jóan Pauli fyri.
Hetta at pápin, ella annar maður í familjuni, leiðir brúðurina eftir gólvinum, er hvørki gamalt ella føroyskt. Somuleiðis hetta at taka ringar á framman fyri presti, er eisini ein nðritualisering komin uttanlanda.
At bera slør er partur av hesum, at eitt brúðleyp eisini er eitt rolluspæl, har tey, sum gift verða skulu vísa sín status og sína støðu í samfelagnum, ið kann siga okkum um t.d. kvinnan var við barn, gift fyrr t.d. slørið er symbol um kýskleika, tað er tí vanligt at skræða slørið aftaná, helt Jóan Pauli fyri.
Hann kom runt um nógv evni í hesum fyrilestrinum, men eisini inn á meiri almenn tema og tulkingar, so sum at fólk í dag seta í senu og skapa karmarnar um henda mikla skiftissið ? ella "rite of passage", ið giftarmálið enn er, sum man kallar hetta í antropologiini.
Nýtulkingin av hesum skiftissiðum er serligani virksom í dag innan ymiskar trúðarsamkomur í Føroyum, t.d. eru mong, ið giftast framman fyri einum tríarmaðum ljósastaka, har bert tvey ljós brenna. Tá parið er gift, seta tey eld á triðja ljósið, ið er í miðuni. Hetta er serligani vanligt innan samkomur, men eisini hevði man sæð hetta brúkt í Fuglafjarðar Kirkju.
At blaka rís
At blaka rís eftir brúðarparinum er nakað nýtt at kasta, vanligani var tað fræ, har symbolikkurin er týðuligur. At fáa nógv avkom, meðan rís er einki fræ.
Polterabend er eisini nakað nýtt. Og hetta at festa okkurt, ið larmar undir brúðarbilin, og gera fortreg. Somuleiðis er hetta at klippa hol á hosurnar nakað komið uttanlanda til Føroyar.
Fólk eru innovativ og vilja giftast allar staðir, í luftini, í gjógv, men føroyskir prestar vilja ikki stilla upp til hvat sum helst helt Jóan Pauli fyri, meðan hann alsamt vísti áhugaverdar myndir gjøgnum allan fyrilesturin.
Alt gerst ógvusligari
Fyrr á bygd gingu fólk hús úr húsi, eitt stað varð etið, eitt annað var kakuhús. Í dag er alt meiri framskundað, beint eftir døgverðan í dag, verður farið undir kakur.
Fyrr var dýrt at giftast, tað er tað helst enn, men vanligt var tá, at seyður skuldi fáast til vega langt frammanundan. Gamalt var at eta alt av seyði, sjálvt seyðarhøvd, rullupylsu, skinsakjøt. skerpikjøt og skonkt varð mangan. Í dag er hetta broytt, nú hava kakurnar mangan eins stóran tðdning helt Jóan Pauli. Johanna Maria-Skylv skrivar um at konditarin og bakarin Frans Restorff hevði skuldina av at vit hava haft ein so høgt støði fyri kakur í Føroyum, at t.d. kransakaka var vanlig tððiliga í Føroyum.
Talur
Fyrr var ikki vanligt at halda talur, tað var bert ein, ið helt talu, og tað var prestur. Tað var meiri stilt við borðið og vanligt var við fleiri borðhaldum helt Jóan Pauli fyri. Hetta fólk gera í dag við ymiskum spølum, so sum at larma niður á tallerkin við bestikkinum, fyri at fáa fólk at kissast, er nakað heilt nðtt. At kyssa brúðurina ella brúðgómin, um makin er burturstaddur somuleiðis. Í dag eru talur frá klokkan 19-24 helt Jóan Pauli fyri ? sum um hann vildi siga, at hetta var við at gerðast ov nógv í dag, at inflatión nærum var farin í hetta.
Hann gjørdi vart við, at vit í dag síggja eina reffineraða æstetisering av brúðleypinum, har alt skal passa saman, litir, dúkar, serviettar og klæðir.
Vanligt er í dag, at fólk syngja nógvar sangur, hetta er ein broyting í mun til fyrr. Hin vegin var gamalt at fáa okkurt at drekka. Vanliga høvdu tey 200 litar tunnur við brennivíni, teir roknaðu ein litur uppá mannin um dagin, meðan konufólkini ikki drukku. Í mun til hetta er eitt afhaldsbrúðleyp og hetta ikki at drekka nakað, ið merkir at brúðleypið skal skipast nógv betri, tað er helst tí at hesi spøl eru so vanlig.
Ritual og nýritual
Veitslurnar byrja, við at øll eru fitt og pen. Seinni koma fólk fyri seg, práta saman og ressast við, at enda endar alt í gaman. Dagin eftir eru øll tey somu aftur. Vanligt var at dansa alla náttina í Føroyum. dansurin gekk so leingi brúðleypið helt á. Brúðardansur var ein partur av ritualinum. Seinni hava vit sæð brúðarvalsin komin til Føroyar úr Danmark, har fólk troðkast saman. Jóan Pauli visti at siga, at íslendingar dansaðu ikki til brúðleyp, teir lósu langar yrkingar til langt út á náttina.
Brúðarsong
Vanligt í gomlum døgum var at leggja brúðarparið í song, har brúðarfólk, sungu og grótu fyri manninum og kvinnuni ? hetta afturi í miðøldini. Entá prestur var við. Har hesi vóru løgd at sova, nærum nakin, meðan hini hildu á við brúðleypinum, men hugburðurin og kynsmoralurin broyttist, so at tey at enda lógu í í øllum klæðunum.
Pipar
Eitt nýtt er at gera nogv burturúr við piparkvørnir. tá maður ella kvinna fylla 30 ár. Eitt annað er polterabend, er at taka mannin ella kvinnuna við sær og gera sera niðrandi ting við viðkomandi. Hetta er alt eisini nýtt.
Gamalt var at senda drunn til føroysk brúðleyp. Í Íslandi var mangan ein hestafansur brúktur til at senda runt til brúðleyp í Íslandi. Hetta at senda drunn í Føroyum er í dag er helst horvið.
Hvør skal bjóðast?
Gamalt var at man ikki fór við einum skipi, um man ikki var boðin. Somuleiðis var tað eisini fyrr við brúðleypinum. Í dag bjóða mong, men eisini er vanligt at tekna seg til brúðleyp, ið helst er nakað heilt serføroyskt, so fornermar man ongan, meðan brúðarparið hin vegin sjálvi kunnu spæla fornermaði um fólk ikki koma.
?
Eftir fyrilesturin vóru fleiri spurningar.
Eg spurdi Jóan Paula, um ikki nógv fólk kendu seg ovbyrað av øllum hesum nýggja, og um fólk vistu hvat lá í hesum ymisku siðum?
Hann helt fyri, at fólk sum so ikki vistu hvat lá í teim siðum tey vóru partar av ella nýtulkaðu, men at onkur í bygdini ella aðrar staðir vistu tað helst. Og at hetta við at fylgja við, hendan æstetiseringin av øllum kanska merkti nakað fyri brúðurina.
Fram kom spurningur um hvør hevur goldið brúðleyp í Føroyum?
Jóan Pauli helt fyri, at føroyingar vildi ikki tosa um tað. Onkur annar helt, at vanligt var, at verfaðuri hevur goldið. Men helt Jóan-Pauli, at hetta vistu vit ikki so nógv um.
Nær helt man brúðleyp, spurdi onkur?
Allar dagar uttan fríggjadag. Nú er tað altíð leygardag, var svarið.
Ein spurningur var um gávur?
Har vóru fleiri siðir. Man kom ikki við gávuni fyrr enn í brúðarhús í gomlum døgum, men hetta er broytt í dag.
Eitt áhugavert kvøld. Vit kunnu gleða okkum til bókina.