Nærkast eini loysn í Atlantis

Umsitingin hjá Klaksvíkar kommunu arbeiðir nú við einum ítøkiligum uppskoti, sum er viðmælt av býráðnum

Klaksvík: Nú nærkast ein loysn á viðurskiftunum í mentanarhúsinum Atlantis í Klaksvík. Húsið hevur ikki virkað sum veruligt mentanarhús í meira enn eitt ár, og fíggjarligu viðurskiftini rundan um húsini hava verið fløkt.

Í juli mánaði viðgjørdi Klaksvíkar býráð Atlantis, og tá varð avgjørt, at umsitingin skuldi arbeiða við at finna eina loysn. Hendan loysnin er nærri, og í løtuni viðger umsitingin uppskotið saman við Klaksvíkar Sjónleikarfelagi og Norðoya Sparikassa.

Ætlanin er at gera ein sjálvsognarstovn, sum skal reka Atlantis. Ein dagligur leiðari skal setast, og hann skal syrgja fyri at Atlantis aftur skal spæla ein týðandi leiklut í mentanarlívinum í Klaksvík.


Mótburður

Tað var í august mánaði fyri trimum árum síðani at umbygda mentanarhúsið Atlantis í Klaksvík lat upp. Fimm mánaðir og næstan tríggjar milliónir eftir at farið varð í holt við at umbyggja húsið, stóð tað klárt at taka í nýtslu.

Húsið var sera snotiligt, tá tað lat upp. Tað skuldi verða ein miðdepil fyri mentan í Norðoyggjum, og í húsinum var eisini nýggjur biografur, sum skuldi gera kvøldini hjá klaksvíkingum styttri.

Men eftir eina hugaliga byrjan kom mótburðurin. Ráðini vóru ikki til at hava ein dagligan leiðara, biografvirksemið leið undir einum tungum rakstri, og so við og við fækkaðust tilboðini í húsunum.

Seinasta árið hava onkur tiltøk verið í Atlantis, men tað hevur fyrst og fremst verið Klaksvíkar Sjónleikarfelag, sum hevur brúkt húsið. Tað breiða útboðið av mentanartiltøkum endaði við góðum sjónleiki, men so lítið meira.