Nú rullar bólturin aftur av álvara

Fótbóltur: Allir klaksvíkingarnir fara í brúdleyp, áðrenn teir fara á grasið á Svangaskarði í morgin

Eftir at tað hevur verið friður av landskappingini í fótbólti síðani síðsta vikuskiftið í juni, verður í hesum vikuskiftinum lagt til brots aftur, og so verður ikki helmað í fyrrenn fyrsta leygardagin í oktober, tá átjanda og síðsta umfarið verður spælt.

Feløgini í 1. deild hava øll í nakrar vikur vant og fyrireikað seg til seinna umfarið. Undanfarin ár hava fleiri feløg verið uttanlands, men okkum kunnugt hava allar fyrireikingarnar í summar verið heima á landi.


VB-HB

Ion Geolgau, venjarin hjá HB, hevur boðað frá broytingum á liðnum seinni í summar. Á ólavsøku vóru onkrir av teimum, sum plagar at vera fastir menn, ikki á liðnum, og vit frætta, at Súni Fríði Johannesen neyvan verður við í Vági í morgin. Súni Fríði hevur verið millum lítið og einki skaddur í sínum fótbóltslívi, men nú plágast hann av skaða í fótliðnum, og tað tykist ikki sum, at hann fer at sleppa av við hetta í bræði. HB hevur fingið Hans Jørgen Djurhuus úr B71, og hann fer at spæla í morgin ? um spæliloyvið verður fingið uppá pláss.

Í Vági skulu teir royna at venda óhepnu gongdini. Magni Mohr er heima í summarfrí, og hann fer at spæla í august mánað. Tórður Holm hevur trupulleikar í øðrum knænum, og tað er ikki vist, at hann spælir í morgin. Uppmøtingin til venjing hevur ikki verið so góð í hesi vikuni, tí fleiri spælarar hava verið á ólavsøku. HB vann í fyrsta umfarinum 2-0 í Gundadali.


B71-GÍ

Gøtumenn vunnu 2-1 í fyrsta umfarinum. Sandoyingar hildu frí inntil hálvan juli, meðan gøtumenn, sum vóru við í Intertoto Cup, hava havt millum lítið og einki av summarfrí. Eitt vikuskifti skuldu teir eitast at hava frí frá venjing, men teir báðar dagarnar spældu teir á varmakeldu í Fuglafirði.

Hjá B71 eru teir somu spælararnir tøkir, sum vóru við til at manna liðið undan summarsteðginum. Undantakið er Hans Jørgen Djurhuus, sum fyrr í ár kom frá HB. Hann man hava staðið seg væl, tí nú vilja teir í barndómsfelagnum hjá honum hava hann aftur. Á døgurða í gjár var spæliloyvið ikki farið úr B71, men tað tykist greitt, at Hans Jørgen fer ikki at spæla við B71 aftur.

Í Gøtu hava teir umleið sama fólkið tókt. Janus Rasmussen er komin aftur úr útlandinum, men hann verður ikki við í 1. deild. Svenn Olsen og Erland Tvørfoss spældu nakað undan summarsteðginum, men teir venja ikki vant við 1. deild í summar.


B68-KÍ

Klaksvíkingar hildu frí í knappar tvær vikur aftaná, at teir høvdu vunnið steypafinaluna. Síðani tá hava teir vant nógv, og allir teir, sum vóru við undan summarsteðginum, hava vant við. Men einasti landsliðsmaðurin hjá KÍ, John Hansen, verður ikki við í morgin. Hann skal giftast Birgith Ryan, sum hevur spælt nógv við KÍ, í dag, og allir 1. liðshópurin hjá KÍ fer til Viðareiðis í brúdleyp í kvøld, áðrenn teir í morgin skulu út á grasið á Svangaskarði.

Toftamenn hava vant nógv á grasinum í summar. Allir fýra brasiliumenninir eru framvegis á Toftum. Lusio varð illa skaddur, tá B68 í fyrsta umfarinum tapti 5-0 í Klaksvík, men nú hevur hann vant saman við hinum aftur. Ein lítil fótskaði ger, at tað er ivasamt, um hann verður við í morgin. Oleif Joensen, sum var álit í miðverjuni, hevur ikki vant síðani summarsteðgin.


ÍF-NSÍ

Í NSÍ hava teir síðani flaggdagin iðra seg um, at tað ikki eydnaðist at fáa meiri enn málleysan javnleik móti ÍF. Nú fáa teir ein nýggjan møguleika. Tað kom illa við, at Christian Høgni Jacobsen breyt beinið síðsta leygardag, men í NSÍ hava teir nógv fólk at taka av.

Í Fuglafirði er fólkið tað sama, sum tað var undan summarsteðginum. Abraham Hansen fekk í vikuni ein snudd undir venjing. Í gjárkvøldið skuldu teir finna út av, um hann verður førur at spæla móti NSÍ í morgin.


B36-Sumba

Sumbingar taptu 6-1, tá B36 var suðuri á Krossinum í fyrsta umfarinum. Í morgin fara sumbingar í Gundadali við skerdum liði, og tað kemur sjálvandi illa við, tá lítið er at taka av frammanundan. Eirikur Joensen er farin til skips, Jan Poulsen er framvegis plágaður av bruna í hælsinuni, og Mortan úr Hørg hevur savnað trý gul kort og er tískil leikbannaður.

Milan Cimburovic, sum tíðliga í kappingarárinum varð loystsur frá sáttmálanum, sum hann hevði við NSÍ, hevur tikið sær av venjingini í Sumba, men hann spælir ikki við sjálvur.

Tomislav Sivic boðar frá broytingum á liðnum hjá B36. Tíðliga í ár royndu teir at spæla við fýra á linju í verjuni, men seinni fluttu teir Arnbjørn Danielsen á aftasta mann. Nú sigur venjarin, at teir royna fyrru uppstillingina aftur. Jan Guttesen hevur verið skaddur, og sjálvt um hann hevur vant, so verður hann neyvan millum teir fyrstu ellivu. Tað verður Djóni N. Joensen heldur ikki. Hann hevur ikki vant, síðani hann var í Sandoynni og varð giftur fyri tveimum vikum síðani.