Nærverkið søkir um undantak

- Vit hava søkt fakfeløgini um undantaksloyvi til starvsfólk, sum eru um borgarar, ið hava tørv á hjálp og sum ikki eru før fyri at klára seg sjálvi, sigur Mary J. í Garði. Stjórin í Nærverkinum, Mary J. í Garði, sigur, at tey hava søkt fakfeløgini um undantaksloyvi, um verkfall verður.

- Vit hava søkt um undantaksloyvi til starvsfólk, sum starvast á stovnum undir Nærverkinum og í ein ávísan mun sum heimahjálp og stuðlar hjá børnum og vaksnum.

Mary J. í Garði sigur, at umsóknin til fakfeløgini fevnir um starvsfólk, sum eru um borgarar, ið hava tørv á hjálp og sum ikki eru før fyri at klára seg sjálvi.

- Nærverkið vónar, at fakfeløgini vísa umbønini um undantak vælvild, sigur stjórin í Nærverkinum, Mary J. í Garði.