Nú síggi eg betur vansar og dygd við míni egnu mentan

Føroyingar kring knøttin. Hesa ferð Hjálmar Hátún úr Havn, ið lesur á universiteti í Kalifornia

Joel Cole

Fyri fólk uttan fyri Amerika, er tað eingin betur umtóktur máti at ímynda sær USA uppá, enn frá myndunum, vit síggja í Hollywood-filmum. Uttan mun til, hvussu óviðkomandi og ógvuslig hesi inntrykkini eru, geva tey oftast eina mynd av, hvussu lívið í statinum Kalifornia er.

Kalifornia við sínum longu hvítu strondum, sólbrendu kroppum, ³make-it-rich-quick²- mentalitetinum, er dreymurin hjá mongum ungum ferðamanni og studenti. Staturin dregur til sín og hevur sína egnu sjarmu, sum er trupul at lýsa. Ein, sum upplivir henda spennandi western-statin, er 25 ára gamli Hjálmar Hátún úr Havn. Hjálmar hevur búð í Føroyum, Danmark og Noregi, og lesur nú alisfrøði á UC Berkeley í Kalifornia. Eg samskifti við

Hjálmar via email fyri at fáa at vita, hvussu tað hevur gongst honum í Amerika.


Joel Cole: Hví valdi tú Kalifornia til framhaldandi lestur?


Hjálmar Hátún: Orsøkirnar til, at eg valdi skúla í Kalifornia eru fleiri. USA hevur fleiri sera viðurkend universitet, og fysiklaboratoriini eru millum tey allar bestu. Slíkar starvsstovur eru sera kostnaðarmiklar, og amerikanarar hava í mong ár dugað best at fíggja slík. Hetta ger, at granskingin er á sera høgum støði, og alisfrøðingar koma hendan vegin fyri at granska í økjum, sum ikki eru møgulig í heimlandinum. Ein fær tí sera góðar fyrilesarar her, og upp á ein máta "fingurin á pulsin". Eisini var tað forvitnisligt at búgva í hesum stóra og sentrala landi í eitt ár.

- Eg kom inn á Berkeley universitet ígjøgnum skipanina "Concurrent Enrollment", ið er fyri útlendskar studentar, sum vilja hava eitt sindur við av hesum læristaði. Hetta ger, at eg ikki havi heilt somu rættindi sum vanligir UC Berkeley studentar, men fái tó akkurát somu undirvísing, og hetta fyri um 30.000 kr, ístaðin fyri tær um 150.000 krónurnar sum ein vanligur studentur má gjalda um árið.


JC: Hvat er eftir tínum tykki tað mest órógvandi í amerikonsku mentanini?


HH: Miðalamerikanarin er sera lítið upplýstur um, hvat hendir uttan fyri USA. Og hann leggur ikki í heldur, tí tey síggja USA sum verðina, og tað sum liggur uttan fyri hevur minni týdning. Fáir amerikanarar hava verið td. í Europa, og hetta ger, at nýskapandi tankar um orkusparing, umhvørvi o.l, hava ilt við at finna fótafesti her.

Teir síggja seg sum verðinspoliti í politikkinum, og hava ein sera ignorantan hugburð yvir fyri restini av verðini. Teir síggja sær rættin til eina orkunýtslu pr. íbúgva, ið er fleirfaldað samanborið við eitt miðaltal fyri restina av verðini.


JC: Nú tú hevur búð og lisið í fleiri ymiskum londum, er tað nakað eftir tínum tykki, sum Føroyar ikki hava sum eitt altjóða samfelag?


HH: Hvat krevst fyri at vera eitt altjóða samfelag? Ein kann siga, at oyggjarnar eru ov smáar og fjarskotnar til nakrantíð veruliga at gera seg galdandi millum tey stóru. Eru jú bert ein prikkur á atlassinum, so fólk flest kenna ikki til hetta stað - um nakar ger, so er tað í sambandi við fótbólt ella grindadráp. Eitt altjóða samfelag má hava ávirkan á heildina, marknaðin osfr., so at fólk kenna landið tí tað á ein ella annan máta viðkemur teimum. Um vit nú funnu olju, so vildi hetta so avgjørt sett landið týðiligari á kortið, og so er spurningurin, um Føroyar eru klárar til at taka tann áhugan, sum tá vildi komið. Tá ein ferðast uttan fyri Norðurlond ella Europa, so er ein formelt danskari, so eg rokni eisini við, at verðin hevði sæð olju úr føroyskari undirgrund sum danska olju. Fyri at kalla okkum altjóða samfelag, so mugu vit sjálvandi hava heilt greiðan identitet sum land, og ikki sum partur av øðrum landi. Samferðslumøguleikarnir, sum teir eru í dag, kunnu vit ikki kalla internasjonalar, tí skal ein út í verðina, so má leiðin liggja um Danmark,- ella møguliga Ísland um leiðin liggur yvir til USA. Hetta hevði nokk batnað um fleiri pengar komu til landið, og størri tørvur var fyri samferðslu. Eg hugsi tá um betri samband við Stórabretland. Meira umfatandi føroyskar útbúgvingar krevjast eisini. Eg veit ikki, hvussu støðan er nú, men tá eg var á Fróðskaparsetrinum máttu lærugreinir steðgast vegna peningamangul. Eg meini, at møguligt mátti verið fyri meira enn Bachelor- útbúgving, skal ein veruliga fáa føroyskt útbúgvið fólk. Hetta má sjálvandi byggjast á berandi grundarlag.

Føroyskur mentalitetur ber sjálvandi dám av smásamfelagi, men eftir at hava lisið í Tróndheimi, ið er býur við uml. 140.000 íbúgvum, so meini eg ikki, at vit standa nakað aftan fyri okkara næstu. Fólk eru sum heild væl lisin, og eru upplýst um, hvat fer fram rundan um okkum. Tað kann tó nevnast, at vanligi føroyski hugsunarhátturin ikki er so sjálvstøðugur sum hjá td. einum San Fransisco-búgva. Vanligt er í Føroyum at siga: "Tað gongur nokk", meðan her yviri vita tey, at tey mugu arbeiða fyri síni vælveru. Sjálvur infrastruktururin er í lagi, men skulu oyggjarnar kunna bera ein ídnað, ið kann kappast á veruligum føti við aðrar, so má hetta gerast betur.

Innanoyggja má samferdslan verða betri, so at veður og vindur ikki seinka møguligum framleiðslu freistum. Eg hugsi sjálvandi her um undirsjóvatunnil til Vágar og líknandi verkætlanir. Betri flogvøllur krevst eisini um vit skulu gera okkum galdandi. Men so vil eg til síðst seta spurnartekin við, um vit ynskja at vera so internasjonal. Eg rokni við, at tað hevði kostað nógv av bygdasjarmuni, sum vit hava heima, og hevði sjálvandi ført við sær trupulleikar sum størri lond dragast við.


JC: Umframt eina útbúgving, hvat tekur tú við tær heimaftur?


HH: At ganga í skúla er sjálvandi útbúgving, men eg má siga, at stóran part av mínum lærdómi fái eg uttan fyri skúlan. Ein lærur at síggja vansar og dygd við síni egnu mentan, so væl sum við fremmandum mentanum. Á hendan hátt kann ein royna at fáa við sær tað besta frá báðum, tí øll lond hava bæði góðar og ringar síður.

- Eitt meira flótandi fremmandamál, og betri førleika at samskifta við fremmandafólk, kemur eisini við tíðini, og hetta eru dygdir, sum eg gjarna vil ogna mær. Føroyingar kunnu vera eitt sindur "huldusligir", og eg haldi, at vit hava gott av at loysa eitt sindur upp.

- Eg haldi meg longu hava fingið eina betri mynd av, hvør verðin er, hóast langt er eftir á mál. Nú tá vit tosa um globalisering, frían streym av informasjon, internet, altjóða fyritøkur osfr., so meini eg tað vera eina dygd at kenna til viðurskiftini í ymsum londum. Hetta er ilt at greiða frá, men um tú í eini arbeiðstøðu skalt arbeiða saman við fólki úr td. Sydney, so fellur alt lættari um tí kennir málið, umhvørvið, pengarnar, staðarnøvn osfr. Tú fært beinanvegin betri kontakt, sum er sera týdningarmikið fyri einum góðum samstarvi. Hetta er sjálvandi serliga sterkt hjá mær viðvíkjandi Kalifornia og Noregi nú.

Um onkur vil seta seg í samband við Hjálmar Hátún, er hann at hitta á hesi adressuni egilhat@uclink4.berkeley.edu ella á hesi adressuni 2318 Russel St. Berkeley, Kalifornia, 94705 USA.


Joel Cole er giftur føroyskari kvinnu og býr í Shakopee í Minnesota. Hann er listamaður og arbeiðir sum free-lance journalistur.

Turið Kjølbro hevur týtt.