Nú sær eitt sindur ljósari út í Klaksvík

Mjørkin hevur verið so tjúkkur í Klaksvík, sum hann sjáldan er tað. Tí var neyðugt seinnapartin at útseta kappróðurin, sum annars skuldi verið frá klokkan 15.

Nú er lættari í Klaksvík. Pollamjørkin spælir á vánni, men tað er eingin trupulleiki, og um eina lítla løtu verður farið undir aftur kappróðurin.

Tað er turt í Klaksvík, og lágættarlotið er lítið og einki.