Fuglfirðingar hava higartil í ár havt góðar royndir av suðuroyarferðum. Tvær ferðir hava teir verið í Vági, og nú er so ætlanin at triði sigurin á Eiðinum skal fáast til høldar.
Tað hava tey í VB tó ongar ætlanir um.
- Teir hava argað okkum við at vinna tvær ferðir á rað. Og sigrarnir hava eisini verið teprir, so tað er ikki ógjørligt at broyta. Og hartil, so skulu vit altso hava trý stig, um vit skulu vinna okkum úr botninum, sigur Mortan í Hørg hjá VB.
Hetta verður annars fyrsta ferðin, at Dragan Kovacevic skal standa á odda fyri VB í landskappingardyst, síðani hann varð settur í leysa venjarastólin, og so er spurningurin, hvørt tað kann geva VB neyðuga skumpið rætta vegin.
Hjá ÍF tykist barometrið at venda rætta vegin, eftir at teir loksins hildu málið reint í seinasta heimadystinum. Tað verður eisini setningurin hesaferð, og so vóna teir, at tað skal bera til at vinna enn ein tepran sigur.
Fritleif í Lambanum verður tó neyvan við í hesum royndum, eftir at hann fekk skaða í dysti fyri triðjudeildarliðið hjá ÍF seinasta vikuskifti. Og heldur ikki John Thomsen er enn komin fyri seg.