Nú skal GÍ standa sína roynd

Hagtølini hava ikki verið við sandoyingum, tá ið teir hava roynt seg í endaspølum um pláss í bestu deildini, og GÍ skal fyri fyrstu ferð royna seg í endaspæli

ENDASPÆL

Fótbóltsárið er ikki heilt liðugt enn. Seinnapartin í dag skulu gøtumenn á heimavøllinum vísa, at teir eru komnir fyri seg aftur, eftir at teir leygardagin á Skála vóru í sovornum turbolensi, sum tað næstan ikki ber til at siga frá.
Fótbóltsspælararnir á Sandi mugu halda frí frá dagsins skyldum í dag. Klokkan fýra seinnapartin skulu teir standa klárir í stuttum buksum í Sarpugerði, tá ið Lassin Isaksen fer at bríksla fyri fyrstu ferð.
Spurningurin, sum skal avgreiðiast seinnapartin í dag og leygardagin, er, um tað skal vera GÍ ella B71, sum skal eiga síðsta sessin í FORMULADEILDINI í 2006.
Hetta er fyrsta ferðin, at GÍ er partur í hesum stríðnum. Um tað eydnast gøtumonnum at sleppa óskalaðir burturúr endaspælinum og harvið at halda fram í bestu deildini, so fer Eysturoy næsta ár at eiga seks av tíggju liðum í bestu deildini. Tað er merkisvert.
Hetta er fjórða ferðin, at B71 er partur av endaspælinum. Tríggjar tær undanfarnu ferðirnar hevur tað ikki hilnast væl hjá sandoyingum. Fyrsta ferðin, at B71 tapti endaspæl, var í 2001. Hetta árið endaði B71 næstaftast í bestu deildini. Tá vóru teir í endaspæli móti Skála, sum hevði vunnið næstfremsta plássið í 2. deild - aftanfyri TB sum flutti beinleiðis upp. B71 varð roknað sum favorittur, men Skála vann. Á Sandi løgdu teir seg orduliga á uppflytingarkós, tá ið teir vunnu 4-1. Dysturin á Skála var bara avgreiðslusøk, sum B71 vann 1-0, og tey á Skála fegnaðust um, at teirra felag fyri fyrstu ferð hevði vunnið sær sess í bestu deildini!
Í 2002 endaði B71 næstfremst í 2. deild. Í endaspælinum var EB/Streymur hin parturin. Hesa ferðina var tað so tætt við at eydnast hjá B71, sum tað ikki hevur verið áður og síðani. Á Eiði var úrslitið 1-0 til heimaliðið, og á Sandi vann B71 1-0. So var neyðugt við nýggjari uppgerð, og ta ferðina vann EB/Streymur 3-1.
Í fjør var aftur talan um langt fótbóltsár hjá sandoyingum. Á Sandi vunnu teir 1-0 móti ÍF, men tá ið sandoyingar vóru í Fuglafirði, hilnaðist tað ikki væl. ÍF vann 5-1.
Og so er spurningurin, hvussu tað fer at hilnast hesa ferð. Í summar hava GÍ og B71 dystast í hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið. Á Sandi vann GÍ 5-1, meðan tað gekk heilt javnt á í Sarpugerði, har GÍ at enda vann 2-1.
B36, sum endaði næstaftast í 2. deild, og KÍ, sum endaði á øðrum plássi í 3. deild, skulu spæla um síðsta plássið í 2. deild. Fyrri dysturin verður í Klaksvík í dag, og seinna uppgerðin verður í Gundadali leygardagin. Í dag verður tað Petur Reinert, sum verður 23. maðurin á vøllinum í Klaksvík.
Í FSF hava teir gjørt av, at landskappingardysturin í 2. deild millum LÍF og HB, sum varð avblástur í 1. hálvleiki leygardagin, skal spælast nú leygardagin klokkan trý í Leirvík.