Í kvøld verða fyrstu dystirnir í ársins panamerikanska meistaraskapinum leiktir í Nuuk.
Grønlendingar vóna at landið kann gera seg galdandi á heimavølli, og miða eisini eftir einum góðum úrsliti.
Føroyska hondbóltsímyndin úr Vestmanna, Ingi Olsen, skal sum venjari fyri Grønland syrgja fyri hesum.
Fyrst og fremst er grønlendska vónin at enda millum trý tey fremstu londini í kappingini, tí hesi spæla seg víðari til heimsmeistaraskapin í Danmark og Týsklandi næsta ár.
Serfrøðingar og veddingarfyritøkur meta Grønland hava góð líkindi at gera um seg í kappingini.
Argentina er stórfavorittur at vinna kappingini, serliga um teir fáa ágóðan av heimsstjørnuni, Diego Simonet, ið var valdur til virðismiklasta leikara í Champions League í ár.
Umframt Argentina er Brasil eisini styrkismett hægri enn hini londini, men dysturin um avgerandi bronsuheiðursmerkini er heldur opin, og Grønland kann koma at dystast um hesi um væl spælir av.
Grønland spæla fyrsta dystin í kvøld, 16. juni klokkan 23.00 føroyska tíð. Mótstøðuliðið er Kolombia.
Í grønlendska málinum verður ein kenningur úr føroyskum hondbólti at síggja. Tað er fyrrverandi VÍF- og StÍF-leikarin, Isak Olsen. VÍF-strikuspælarin, Miki Duko Sørensen, varð tíverri skaddur undan kappingini, og luttekur tí ikki.